varð lagt fyri ICES í 1995. ICES metti, at hóast glottan í yvirlitstrolingini, so var vandin fyri stovninum enn alt ov stórur til, at teir kundu mæla til ein linna í reguleringini. Víst var til, at í eina [...] van Landsstýrinum til at hækka kvotuna av toski; samstundis var mælt til at minka kvotuna av upsa. Er við til at loysa ein politiskan trupulleika Við at mæla Landsstýrinum til at fáa eina endurmeting av [...] Fiskirannsóknarstovuni, og vit kundi ynskt, at umstøður vóru til í enn størri mun enn nú, at savnað og troytt hesa vitan til frama fyri bæði stovnsmetingar og fyri at savna vitan yvirhøvur um livilíkindi og
sáttmálan hjá okkum at gera. Talan er í hasum føri um arbeiðsamboð, sum arbeiðsgevarin eigur at rinda fyri, siga tær báðar Ada Bisp og Signa Hammer, sum halda, at vit eiga ikki at blanda tingini saman [...] rnar hava eitt eykagjald fyri at ansa teimum smæstu børnunum - teimum, sum eru millum 1/2 og 3 ár, tí meira arbeiði er í at ansa hesum børnum. Býráðsformaðurin hevur sagt, at býráðið hevur játtað 115.000 [...] tvær skiftast um at ansa børnunum. Vit eru 62 dagrøktarmammur og 300 børn, so tú kanst ætla, at ofta er trongligt, siga tær . Í hesum sambandi vísa tær tó á, at broytingar eru við at fara fram í løtuni
Og tað er ikki sum at siga tað at sleppa av við nervarnar. Jákup Olsen sigur, at hann roynir at tvætla eitt sindur, áðrenn hann fer á pallin. Á tann hátt vónar hann, at tað fer at bera til. Men tá hann [...] er klæðir, at selja; at hava við viðskiftafólk at gera, og fáa tey at keypa meira, enn tey hava brúk fyri. Men eg spæli eisini fótbólt við HB, sigur Jákup Olsen. Hann hevur ikki droymt um at gerast yrkis [...] og hon spurdi meg, um eg hevði hug at ganga modell. Síðani havi eg gingið modell fyri Kallkyn, sigur Thomas. Fyri at basa nervunum, roynir Thomas at hugsa um, at eisini onnur skulu ganga modell. Og tá
talusentrið, og tá kunnu evnini at samskifta við onnur, tað er at tosa og fata tað, onnur siga einum, verða ávirkað. Hetta verður rópt afasi. Nú hevur nevndin í felagnum gjørt av at ferðast kring landið og kunna [...] og framtíðarætlanir. Í hesum sambandi ynskir felagið at stovna undirnevndir við trimum limum í hvørjari undirnevnd. Mánadagin 16. juni verða umboð fyri felagið í Miðvági. Fundurin verður hildin á Ellis- [...] fundur í Klaksvík. Tann fundurin verður í Ósáskúlanum klokkan 20.00. Felagið vónar, at fólk møta til fundirnar, so at undirnevndirnar kunnu verða stovnaðar.
tá t.d. við at finna teimum eitt stað at búgva. Arbeiða og í skúla Arbeiðsdagurin gongur við, at fangavørðarnir fara runt at vekja og siga góðan morgun. Fangarnir hava so hálvan tíma til at gera seg klárar [...] hann ikki siga, tí sigur hann nakað, er so skjótt, at onkur kennir aftur. Fyri at fáa arbeiði sum fangavørður krevst vanlig skúlagongd, og gott er at vera handverkari, tí í fongslunum eru fleiri verkstaðir [...] vánaliga skúlagongd, og í fongslinum kunnu teir bøta um hetta við at taka 8. og 9. flokk. Endamálið er alla tíðina at gera fangarnar førar fyri at venda aftur til tað vanliga samfelagið. Tí hava fangarnir eisini
teir eftir, at ein fremandafíggindaligur felagsskapur, Norskar kempur, sum fólk hava aftrast at tikið í álvara, stendur fyri hesari og øðrum atsóknum við. Virgar og Vitri sanna skjótt, at Norsku kempurnar [...] norskir ummælarar ivaðust í, um ikki Virgar og Vitri fóru at missa flogið eftir at fyrstu bøkurnar fingu avbera góð ummæli, so hevur høvundurin megnað at hildið bókmentaliga støðið og spenningin! Bøkurnar [...] Bøkurnar koma allar í Danmark, Svøríki og Týsklandi, har Ambjørnsen er giftur og hevur búð í nógv ár. Fyri Vit báðir, Vitri-bøkurnar hevur hann fingið Cappelenprísin, komin á IBBYs Honour List, fingið Ungdommens
í Klaksvík, Calder Fishselling, JKA trol og Atlantic Airways. Orsøkin til at kórið tekur 50 kr. í atgongupeningi er fyri at fíggja ein part av ferðini. [...] Norðurlandahúsinum, har 300 áhoyrarar vóru tilstaðar. Ein av orsøkunum til, at tann eina konsertin verður løgd í Fuglafirði er, at her hevur kórtraditiónin verið ein av berandi tættunum í mentanarlívinum [...] n hjá »17 sangarum«, Monicu Stauss Joensen við violin og Helgu H. Gerðalíð á klaverinum, fer kórið at hava tvær konsertir afturat. Fyrra konsertin verður komandi hóskvøld í fimleikarahøllini í Fuglafirði
eg¹ið, Jesus og judas. Og alt gongur fyri seg á sama stigi. Formurin er einfaldur og reinur. Í yrkingunum megnar hann at skapa sjónir av møtum og hendingum í staðin fyri at fløkja seg inn í metaforur. Ofta [...] fer aftur til ta tíðina, har alt gekk fyri; tað regnar/á grøv Judasar. Ella gongur alt fyri seg á okkara tíð? Tað kann eisini vera. Skaldið hevur onga ræðslu fyri fyribrigdum, hugtøkum og spurningum, sum [...] til er ein bók, ið eigur at lesast og livast við. Hon mótmælir øllum tulkingum av sær. Tann svenski rithøvundurin Birgitta Trotzig hevur einaferð sagt: »Eg lesi ikki bøkur fyri at eg skal mentast. Eg lesi
minni at festa á blað. Eisini eru fólk, sum hava trupulleika av at fara til tannlækna av eini hvørji orsøk hesi og onnur sum eru áhugað í hesum fyribrigdi, kundu eisini hugsast at nýtt høvi at skriva [...] »Tannasjúkur og tannarøkt«. Vit vita, at tannasjúkan »brendar tenn« var mest sum ókend fyri uml. 150 árum síðani, og tað er ikki meira enn gott fimti ár síðani, at skipað tannarøkt byrjaði av álvara. Áðrenn [...] Freistin fyri ritgerðakappingini við heitinum »Stórhvalaveiða«, sum hevur verið á skránni hjá Setrinum fyri 1996-1997 er úti 1. august 1997. Kappingarevnið er stór-hvalaveiða sum heild. Hugsað verður t
málmunurin er 3-22. Men teir hava ikki mist mótið: Einaferð fara vit at vinna, og sjálvt um eg veit, at teir hava eitt fínt lið, so haldi eg, at møguleikin er eins stórur ímóti HB, sum hann er ímóti øllum øðrum [...] Ímóti B36 fekk hann ein vøddaskaða í lærinum, tá hann rann út fyri at fáa bóltin burtur, eftir at verjan hevði mist. Teir rokna við, at málverjin verður tøkur aftur til næsta umfarið, sum ikki verður [...] Einaferð fara vit at fáa stig, og kanska verður tað í morgin, heldur venjarin. Landsmaður hansara, Tomek, er farin aftur til Póllands. Eftir at hann kom til Føroya gjørdist tað greitt, at hann hevur sáttmála