Í dysti á útivølli móti Næsby, ið spælir í fjórðbestu deildini vann AC Horsens tepran 3-2 sigur á Næsby.
Tað gingu bert 30 sekund, so hevði Adrian lagt Horsens á odda 1-0. Jacob Bonde økti til 2-0 stutt undan steðginum. Níggju minuttir inn í seinna hálvleik fekk Næsby spenning í uppgerðina aftur. Seinni hálvleikur var júst hálvrunnin, tá Adrian aftur skoraði fyri Horsens og økti til 3-1. Átta minuttir seinni megnaði Næsby aftur at minka um munin, men nærri komu teir ikki.
Klokkan 18 spælir liðið hjá Ára Olsen og Árna Nóa Atlason, Vendsyssel FF sekstandapartsfinalu á heimavølli móti Randers FC, ið spælir í bestu deildini.