info
Ongi úrslit

Bøta um korini hjá føroyskum lesandi í Danmark

Nú fáa føroysk lesandi í Danmark møguleika fyri longdari próvtøkutíð og atgongd til orðabøkur á føroyskum, tá tey eru til próvtøku.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi
16. september 2026 kl. 17:47

Útbúgvingarmálaráðið í Danmark boðar frá, at nú verða føroysk og grønlendsk lesandi javnsett við onnur lesandi við øðrum móðurmáli enn donskum.

Ítøkiliga kemur hetta at merkja, at føroysk lesandi kunnu søkja um til dømis longri próvtøkutíð ella atgongd til orðabøkur. Eitt nú hava íslendsk, norsk og svensk lesandi longu henda rættin. 

- “Tað er eitt stórt stig at flyta niður at lesa. Har er nógv at seta seg inn í, bæði praktiskt og bókliga, og fyri summi kann tað vera avbjóðandi fyrstu tíðina – tað kenni eg sjálv til. Tí eri eg sera fegin um, at lesandi nú fáa betri karmar, sum kunnu vera ein hjálpandi hond fyrstu tíðina,” sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

- “Flestu føroyingar duga ordiliga væl danskt, men at skriva vanligt danskt og akademiskt danskt er hvør sítt. Tí kann tað vera gott at hava betur stundir ella eina orðabók við sær í byrjanini av lestrinum, tá ein situr til próvtøku,” leggur hon avtrat. 

Úrslit av einum drúgvum arbeiði

Broytingin er úrslit av einum drúgvum arbeiði millum eitt nú MFS og Sambandsflokkin á fólkatingi. 

MFS heitti í fjør á føroysku fólkatingslimirnar um at arbeiða fyri, at føroysk lesandi fáa somu møguleikar sum onnur lesandi í Danmark. Anna Falkenberg tók hetta beinaveg upp við Christina Egelund, útbúgvingarmálaráðfrú, í fyrstu atløgu saman við Sjúrði Skaale, fólkatingslimi.

Til seinasta fólkatingsval var hetta málið partur av valskránni hjá Sambandsflokkinum, og eftir valið var málið tikið við í danska samgonguskjalið eftir áheitan frá Sambandsflokkinum. 

Síðani hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi fylgt málinum upp í fleiri førum – seinast í juni í ár.

Í nýggjum svari upplýsir útbúgvingarmálaráðið, at nú verður próvtøkukunngerðin í Danmark broytt, so føroysk og grønlendsk lesandi fáa sama rætt sum onnur lesandi við øðrum móðurmáli enn donskum. Samstundis heitir útbúgvingarmálaráðið á allar hægri lærustovnar í Danmark at gera eins reglur á økinum. 

Áður er komið fyri, at lesandi á einum lærustovni fáa játtandi svar, meðan lesandi á øðrum lærustovni fáa noktandi svar. Nú verða greiðari reglur á økinum.

Anna Falkenberg leggur dent á, at úrslitið er komið í lag gjøgnum eitt tætt samstarv við MFS.

 - “Eg vil takka MFS fyri gott samstarv. Tey hava verið við at sett málið á dagskránna, og saman hava vit fylgt málinum upp, og nú liggur ein ítøkilig loysn á borðinum”

Sambandsflokkurin á Fólkatingi

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

22 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Sandnes ULF vann seg víðari í steypakappingini

4 minuttir síðan
Tíðindi

SVT-valforsøgn: Reyðgrønu vinna valið í Svøríki

47 minuttir síðan
Fótbóltur

Adrian skoraði tvey mál tá Horsens vann seg víðari í steypakappingini

1 tími síðan
Fótbóltur

Geza leingir sáttmálan við Grimsby Town

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroysk­ar virð­is­løn­ar­vón­ir og norð­ur­lendsk­ur sjón­varps­áhugi

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

4 tímar síðan
Tíðindi

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør

4 tímar síðan
Tíðindi

Stúra fyri ikki at fáa nóg nógv skikk­að starvs­fólk á røktar­heimini

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Fornuftin má ráða – ikki kenslurnar

7 tímar síðan
Tíðindi

Ozonholið er størri enn Antarktis

7 tímar síðan
Minningarorð

Minningarorð: Katrin Dahl hevur laðað nógvar varðar eftir seg

7 tímar síðan
Tíðindi

60 eru deyð í námsvanlukku í Sudan

8 tímar síðan