info
Ongi úrslit

André Olsen hevur tikið út U19-landsliðshópin

Heri Á. Simonsen
15. september 2026 kl. 20:10

FSF skrivar:

- Frá 25. septembur til 5. oktober fer U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Slovenia, har tríggir venjingardystir eru á skránni. Umframt slovensku vertunum, skal liðið eisini møta Írlandi og Sameindu Emirríkjunum

——————

– Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og samstundis eitt fínt høvi hjá spælarunum at vísa seg fram.

Tað sigur André Olsen, nýggi venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum seinni í mánaðinum fer til Slovenia, har venjingarlega og tríggir venjingardystir eru á skránni.

Umframt slovensku vertunum, skulu okkara dreingir eisini spæla ímóti Írlandi og Sameindu Emirríkjunum.

18 spælarar eru úttiknir til venjingarleguna, og av teimum eru fimm, sum hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

Hópurin:
Tróndur Sjúrðarson, HB Tórshavn
Nóa Klein Joensen, Randers FC (Danmark)
Dennis Anghel, SønderjyskE (Danmark)
Jákup Kristiansson Poulsen, Esbjerg fB (Danmark)
Ørvur Isfeld, AB Argir
Jóel Tróndargjógv, NSÍ Runavík
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, FC Suðuroy
Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Dánial Mørkøre, HB Tórshavn
John Ziska Joensen, KÍ Klaksvík
Ezra Lukama, KÍ Klaksvík
Sigurd Ulriksen, FC Helsingør (Danmark)
Páll Johannesen, FC Suðuroy
Markus Højgaard, Víkingur
Markus Klein Danielsen, NSÍ Runavík
Edvard Falkenberg, HB Tórshavn
Jannik Borge, AC Amager (Danmark)

Venjingarlegan í Slovenia er samstundis ein týðandi liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Serbia frá 9. til 17. novembur. Tá vera mótstøðulondini Serbia, Montenegro og Aserbadjan. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

9 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

1 tími síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

2 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

2 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

3 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

3 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

4 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

5 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

5 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

6 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

6 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

7 tímar síðan