info
Ongi úrslit

Áhugaverdar eygleiðingar av plantuæti

Í annaðkvøld verða forvitnisligar framløgur á Bókasavninum á Sandi og tiltakið, sum er partur av Vísindavøku á ferð, er ókeypis

Vilmund Jacobsen
16. september 2026 kl. 10:28

"Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld... "

- Hetta er heitið á framløgu hjá Elaine Runge, PhD-lesandi, sum verður í annaðkvøld - hóskvøldið hin 17. september klokkan19 - á Bókasavninum á Sandi.

Á Havstovuni siga tey, at framløgan hjá Elaine Runge er partur av Vísindavøku á ferð.

Vit kunnu leggja aftrat, at eygleiðingarnar av plantuæti eru sera áhugaverdar, tí gongdin við plantiæti vísir seg at hava stóran týdning fyri føðina hjá fiski.

Skráin á Bókasavninum á Sandi hóskvøldið er annars henda:

Sildafiskiskapur í 1950- og 1960-árunum: Frá vísindaligum kanningum til øktan fiskiskap og ovurfisking (Tráin Petursson Nónklett, Fróðskaparsetrið)

Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld, hildin á donskum. (Elaine Runge, Havstovan)

Ein lítil tráður úr Føroyum: Handrit á alnetinum (Heiðrún Hõdd Guðmundsdóttir, Landsbókasavnið)

- Framløgurnar eru umleið 20 minuttir hvør, og tiltakið er ókeypis, siga tey á Havstovuni, sum kunna um Vísindavøku á ferð.

Full skrá fyri Vísindavøku á ferð sæst eisini um heimasíðuna - www.hav.fo

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

23 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

60 eru deyð í námsvanlukku í Sudan

28 minuttir síðan
Tíðindi

Trý deyð í tyrluvanlukku í Los Angeles

1 tími síðan
Tíðindi

ES vil knýta Kanada nógv tættari at samveldinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Danmark letur 425 milliónir til grønlendskar flogvøllir

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm bilførarar tiknir við fartelefonini í hondini

3 tímar síðan
Tíðindi

Kríggið móti Iran hevur kostað USA 246 milliardir krónur

9 tímar síðan
Tíðindi

Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið

12 tímar síðan
Tíðindi

Eivør gevur nýtt staklag út

13 tímar síðan
Tíðindi

Almannaverkið keyp­ir tveir buss­ar til koyri­stóls­brúkarar

13 tímar síðan
Tíðindi

Talvlandsliðið komið til Usbekistan

13 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Anniku hevur fingið eina haltandi byrjan

13 tímar síðan
Tíðindi

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

14 tímar síðan