info
Ongi úrslit
Magdalena Andersson, forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum, kann gerast forsætisráðfrúa í Svøríki, men møguliga við einum meiriluta upp á bert ein sess í ríkisdegnum. Her heldur hon røðu á valveitsluni hjá flokkinum sunnukvøldið. Uppteljingin væntast liðug hósdagin. Mynd: Denis Balibouse/Reuters

SVT-valforsøgn: Reyðgrønu vinna valið í Svøríki

Vónin er úti hjá sokallaðu Tidö-flokkunum, staðfestir svenska sjónvarpið SVT. Sambært eini valforsøgn hjá svenska sjónvarpinum SVT eru sannlíkindini 99,9 prosent fyri, at reyðgrøna andstøðan vinnur valið til svenska ríkisdagin.

Eirikur Lindenskov
16. september 2026 kl. 18:14

Vónin er úti hjá sokallaðu Tidö-flokkunum, sum standa aftan fyri verandi borgarligu stjórnina, staðfestir SVT.

– Sannlíkindini fyri, at hetta broytist nú, eru so lítil, at vit tora at staðfesta, at andstøðan fær flestar sessir á hesum valinum, sigur valfrásøgumaðurin hjá SVT, Fouad Youcefi.

– Men vit meta, at tað verður sera javnt í kappingini um, hvør flokkur fær síðsta sessin.

Mikukvøldið er sessabýtið 175–174 sambært fyribils uppteljingini.

Ein einstakur sessur hevur mikudagin skift millum Socialdemokraterna og Sverigedemokraterna. Eina løtu var sessabýtið tí 176–173 til fyrimunar fyri reyðgrønu flokkarnar.

Valforsøgnin hjá SVT er gjørd, meðan færri enn 50 av teimum meira enn 6.600 valdømunum mangla at boða frá úrslitinum.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

22 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Sandnes ULF vann seg víðari í steypakappingini

3 minuttir síðan
Tíðindi

Bøta um korini hjá føroyskum lesandi í Danmark

1 tími síðan
Fótbóltur

Adrian skoraði tvey mál tá Horsens vann seg víðari í steypakappingini

1 tími síðan
Fótbóltur

Geza leingir sáttmálan við Grimsby Town

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroysk­ar virð­is­løn­ar­vón­ir og norð­ur­lendsk­ur sjón­varps­áhugi

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

4 tímar síðan
Tíðindi

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør

4 tímar síðan
Tíðindi

Stúra fyri ikki at fáa nóg nógv skikk­að starvs­fólk á røktar­heimini

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Fornuftin má ráða – ikki kenslurnar

7 tímar síðan
Tíðindi

Ozonholið er størri enn Antarktis

7 tímar síðan
Minningarorð

Minningarorð: Katrin Dahl hevur laðað nógvar varðar eftir seg

7 tímar síðan
Tíðindi

60 eru deyð í námsvanlukku í Sudan

8 tímar síðan