Talan skal vera um ein bil í sokallaða »Golf-flokkinum« ella samsvarandi stødd. Bilurin skal rúma fýra til fimm vaksnum og vera egnaður til koyring millum bygdir í øllum veðri.
Sambært útboðnum verður serligur dentur lagdur á motorkraft, koyrieginleikar og trygd, tí bilurin skal hóska til føroysk koyrilíkindi.
Almannaverkið hevur fingið undantak til at keypa bensinbil í staðin fyri elbil, og tí kunnu veitarar bert bjóða bensindrivnar bilar í útboðnum.
Bilurin skal hava automatisk gear, minst fýra hurðar, bakkikamera og parkeringssensorar. Eisini verður ynskt, at hann hevur neutralan lit, eitt nú koksgráan ella myrkagráan. Svartur og hvítur kunnu eisini bjóðast, men kunnu verða mett lægri.
Bilurin skal latast Almannaverkinum í 2026 og helst skjótast gjørligt.
Prísurin telur mest
Tá tilboðini verða mett, telur prísurin 60 prosent. Hvussu væl bilurin er egnaður til endamálið telur 20 prosent, og góðskan telur hini 20 prosentini.
Almannaverkið ger tó greitt, at bíligasti bilurin ikki neyðturviliga verður valdur. Ein dýrari bilur kann vinna útboðið, um hann verður mettur at vera ein betri loysn við atliti at endamáli, góðsku og rakstri.
Áðrenn endalig avgerð verður tikin, ynskir Almannaverkið eisini at kunna royna bilin.
Útboðið fevnir í fyrstu syftu um ein bil, men Almannaverkið tilskilar sær rætt til at keypa fleiri bilar av sama slagi frá vinnandi veitaranum uttan at gera nýtt útboð.
Freistin at lata tilboð inn er mikudagin 23. september klokkan 12.