Gullbrandur í Horni Øregaard var liðskipari, og Olaf Bárðarson var ikki við í hópinum, tá lið teirra, Sandnes ULF vann seg víðari í norsku steypakappingini.
Sandnes ULF, ið spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vann á útivølli 2-1 á Arendal, ið spælir í triðbestu deildini.
Tá 71 minuttir vóru leiktir var støðan 0-0, men so megnaði Sandnes at skora tvey mál innanfyri sjey minuttir. Aksel Jørgensen legði útiliðið á odda, og løtu seinni økti Andreas Rosendal Nyhagen til 2-0. Heimaliðið minkaði um munin tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Sunnudagin klokkan 16 er dystur í næstbestu norsku fótbóltsdeildini á skránni. Tá tekur Sandnes ULF móti Moss á Østerhus Arena.