info
Ongi úrslit

Løgtingið feldi uppskot um 7.000 krónur meira í orkuískoyti

Seks tingfólk atkvøddu fyri og 16 ímóti uppskotinum um at hækka orkuískoytið úr 5.000 upp í 12.000 krónur. Meirilutin heldur ikki, at afturvendandi hjálparpakkar eru ein haldbar loysn, meðan minnilutin vildi veita fíggjarliga sperdum húskjum hjálp nú.

Eirikur Lindenskov
40 minuttir síðan

Orkuískoytið verður ikki hækkað við hesum uppskotinum. Tað er greitt, eftir at Løgtingið í dag feldi uppskotið hjá Tjóðveldi og Sjálvstýri við aðru viðgerð.

Uppskotið fekk seks atkvøður fyri og 16 ímóti. Eingin atkvøddi blankt.

Ætlanin var at hækka orkuískoytið fyri 2026 úr 5.000 upp í 12.000 krónur. Samstundis skuldu inntøku- og ognarmørkini hækkast, so fleiri húski kundu fáa stuðulin.

Inntøkumarkið skuldi hækka úr 300.000 upp í 350.000 krónur um árið. Ognarmarkið skuldi hækka úr 50.000 upp í 70.000 krónur hjá húskjum við einum ella tveimum vaksnum og úr 70.000 upp í 90.000 krónur hjá húskjum við trimum vaksnum ella fleiri.

Umsóknarfreistin skuldi eftir uppskotinum vera 1. oktober 2026.

Meirilutin vil hava meira haldbarar loysnir

Í álitinum frá trivnaðarnevndini viðurkennir meirilutin, at príshækkingar hava lagt størri trýst á føroysku húsarhaldini. Meirilutin heldur tó ikki, at árligir hjálparpakkar við eingangsupphæddum eru rætta loysnin á einum afturvendandi trupulleika.

Víst verður á, at skipanirnar taka støði í inntøku og ogn, men ikki í ítøkiliga tørvinum ella fíggjarliga rásarúminum hjá móttakaranum. Meirilutin saknar eisini eina grundgeving fyri, at orkuískoytið skal vera júst 12.000 krónur.

Í staðin vísir meirilutin á aðrar ábøtur, millum annað hægri lestrarstuðul, leigustuðul og stigvíst hækkandi barnafrádrátt.

Sambært meirilutanum fer landsstýrið í heyst at taka støðu til møguliga hjálp til fíggjarliga sperd, um oljuprísirnir aftur hækka og støðan gerst varandi.

Minnilutin: Hjálpin skuldi raka tey, sum tørva

Minnilutin heldur hinvegin, at tørvur er á beinleiðis fíggjarligari hjálp til húski við lágum inntøkum og lítlari uppsparing.

Í álitinum verður víst á, at hesi húski verða meint rakt av dýrari olju, mati og bústaði. Samstundis hava tey verri møguleikar at leggja um til bíligari orkuskipanir ella keypa elbil.

Minnilutin heldur, at eitt hægri orkuískoyti hevði rakt sosialt rættvísari enn mvg-frítøkan av bensini og dieseli í summar. Tey, sum ikki hava bil ella koyra lítið, hava sambært minnilutanum havt lítlan ella ongan ágóða av henni.

Í álitinum verður kostnaðurin av hækk­ingini av orkuískoytinum mettur til 3,8 milliónir krónur. Til samanberingar vísir minnilutin á, at mvg-frítøkan av brennievni varð mett at kosta 20 milliónir krónur.

Húskini skuldu sjálvi ráða fyri, um eyka peningurin fór til hita, mat, klæði ella annað.

Soleiðis býttu atkvøðurnar seg:

Løgtingið feldi uppskot um 7.000 krónur meira í orkuískoyti

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

2 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

3 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

7 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

2 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

3 tímar síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

8 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggi Fagraberg hevur roynst væl

9 minuttir síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

20 minuttir síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson legði aftur upp til fleiri mál í kvøld

24 minuttir síðan
Tíðindi

Russar leypa á ukrainskar keypsmiðstøðir

30 minuttir síðan
Tíðindi

Hevur tú vitan sum kann menna føroysku alivinnuna?

39 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli skoraði og legði upp til 12 mál

54 minuttir síðan
Tíðindi

Ritan fer í dokk – Jósup avloysir

1 tími síðan
Tíðindi
Kelda: youtube.com

VIDEO: FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

1 tími síðan
Tíðindi

Listafólkabústaður á Føroya Fókaháskúla!

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir vunnu stórsigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Tingfundur 10.09.26

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

2 tímar síðan