info
Ongi úrslit

Nýggi Fagraberg hevur roynst væl

-Skipið hevur góða maskinorku og er arbeiðsligt.

Dagfinn Olsen
40 minuttir síðan

-Skipið hevur góða maskinorku og er arbeiðsligt. Arbeiðsgongdin er eitt sindur øðrvísi enn umborð á gamla Fagrabergi.

Hetta skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook. Trúboðari hevur vitjað umborð.

Í vár kom nýggi Fagraberg, hjá Framherja í Fuglafirði, í føroyska flotan. Skipið var keypt úr Hetlandi og er átta ára gamalt. Tað var lítið brúkt, og tí var talan um eitt nærum nýtt skip.

Í farnu viku vitjaði sjómanstrúboðarin umborð, samstundis sum teir bunkraðu á Kollafirði.

Í maskinrúminum vóru tveir maskinmenn til arbeiðis, og teir vóru bæði blíðir og væl upplagdir.

Tá teir vóru spurdir hvussu skipið hevði roynst, var greiða svarið:

-Tað hevur roynst væl. Vit fóru avstað eftir páskir og minnist eg rætt, gjørdu vit 10 túrar eftir svartkjafti í umleið tveir mánaðir. Allir vóru skjótir og góðir, so vit mugu siga, at tað hevur gingist væl- Tað sigur maskinstjórin Snorri Jøkladal.

-Skipið hevur góða maskinorku og er arbeiðsligt. Arbeiðsgongdin er eitt sindur øðrvísi enn umborð á gamla Fagrabergi. Nú pumpa vit fiskin inn afturi á reyvini, meðan vit pumpaðu fiskin inn á síðuni á gamla Fagrabergi, sigur hann.

-Skipið er gott, hóast tað er eitt sindur nýtt fyri okkum enn. Vit hava bara fiskað í umleið tveir mánaðir, og tí er óivað okkurt, sum vit maskinmenn ikki eru komnir ordiliga inn í- Tað sigur maskinmaðurin, Hans Pauli Olsen.

-Vit hava fiskað størra partin av kvotunum í ár. Nú gera vit klárt til makrelveiðu. Sum skilst, eru fleiri skip farin á makrelveiðu, men fiskiskapurin hevur verið smáligur, sigur Snorri.

-Fiskiskapurin gekk væl hjá gamla Fagrabergi. Tað er deiligt og hugaligt, at vit hava fingið góða byrjan við hesum Fagrabergi, sigur Hans Pauli.

Eftir prát og drekkamunn, var eisini tíð til Guds orð og bøn.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin.

##med2##

Nýggi Fagraberg hevur roynst væl

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

2 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

4 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

8 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

2 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

4 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

51 minuttir síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

9 minuttir síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern og United vunnu stórsigrar

24 minuttir síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

50 minuttir síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson legði aftur upp til fleiri mál í kvøld

54 minuttir síðan
Tíðindi

Russar leypa á ukrainskar keypsmiðstøðir

1 tími síðan
Tíðindi

Løgtingið feldi uppskot um 7.000 krónur meira í orkuískoyti

1 tími síðan
Tíðindi

Hevur tú vitan sum kann menna føroysku alivinnuna?

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli skoraði og legði upp til 12 mál

1 tími síðan
Tíðindi

Ritan fer í dokk – Jósup avloysir

1 tími síðan
Tíðindi
Kelda: youtube.com

VIDEO: FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

1 tími síðan
Tíðindi

Listafólkabústaður á Føroya Fókaháskúla!

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir vunnu stórsigur

2 tímar síðan