Eisini í øðrum dystinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini vóru Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir í HK úr Kópavogi fyri tapi.
Í kvøld tapti HK á útivølli á Akureyri 31-36 fyri Þór, ið var á odda 17-15 í steðginum.
Í kvøld legði Trúgvi upp til seks mál. Hann hevur higartil lagt upp til 16 mál í tveimum dystum.
Tað gongur tó ikki eins væl við málskjótingini hjá Trúgva. Í kvøld blivu tað tvey mál upp á sjey málroyndir
Í annaðkvøld klokkan 20.30 verður føroyingauppgerð í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík. Tá taka Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali móti Dánjali Ragnarssyni og liðfeløgum hansara í Fram.
Klokkan 21.15 tekur Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin og Tóka Fríðrikssyni móti Haukum.