info
Ongi úrslit

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

Ætlanin er at royna bilfríar dagar í miðbýnum í Havn. Niels Finsens gøta frá Káta Horninum til og við Vaglið skal vera stongd fyri vanligari bilaferðslu í desember í ár og aftur í juli 2027.

Eirikur Lindenskov
17. september 2026 kl. 16:06

Tórshavnar býráð skal á fundinum í dag taka støðu til ætlanina um bilfríar dagar í miðbýnum.

Upprunaliga var ætlanin at royna skipanina bæði í juli og desember í ár. Men tíðin varð mett at vera ov knøpp til at fyrireika summarið 2026, og samstundis eru ymiskar um- og nýbyggingar í miðbýnum. Tí varð summartiltakið útsett til juli næsta ár.

Ætlanin er nú, at Niels Finsens gøta frá Káta Horninum til og við Vaglið verður bilfrí í desember 2026 og juli 2027. Hetta skal vera ein roynd, sum sambært kommununi skal økja um trivnaðin hjá borgarum og skapa betri umstøður fyri vinnu og lív í miðbýnum.

300.000 krónur til lív í gøtuni

Kommunan ætlar ikki bara at steingja gøtuna fyri bilum. Ætlanin er eisini at skapa virksemi í økinum, so fólk hava orsøk at koma oman í miðbýin og uppihalda sær har.

300.000 krónur skulu setast av til átakið í desember. Visit Tórshavn skal samskipa verkætlanina og hava samskifti við vinnuna í miðbýnum. Fígging til átakið í juli 2027 skal raðfestast á fíggjarætlanini fyri næsta ár.

Kommunan vísir á, at líknandi roynd varð gjørd í Vágsbotni í 2022. Tá varð økið skipað til trivnað og uppihald, og Visit Tórshavn var við til at samskipa tiltøk. Sambært kommununi varð royndin væl móttikin.

Vørukoyring og hýruvognar sleppa fram

Hóast gøtan verður bilfrí, verður ikki talan um fullkomiliga at steingja fyri allari koyring. Vøruvognar skulu sleppa til handlar og annað virksemi á ávísum tíðum á degnum.

Somuleiðis skal pláss vera fyri hýruvognum. Tekniska nevnd hevur sett sum treyt, at hýruvognar framvegis skulu kunna tæna borgarum á Vaglinum á nøktandi hátt.

Vinnunevndin hevur tikið undir við ætlanini, og fíggjarnevndin samtykti 9. september at beina málið í býráðið til tvær viðgerðir. Kári Johansen tók ikki undir við tilmælinum.

Eftir royndirnar skal átakið eftirmetast, áðrenn støða verður tikin til, um bilfríu dagarnir skulu gerast afturvendandi.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

5 minuttir síðan
Tíðindi

Ósemja um fjallasúkklubreyt til Oyggjaleikirnar

13 minuttir síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

1 tími síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

1 tími síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

2 tímar síðan
Tíðindi

ejsw UNIKA ejsw í Gallarí Havnará

2 tímar síðan
Tíðindi

Reyðgrøni vongurin vann tepurt í Svøríki

3 tímar síðan
Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Búskaparráðið leggur fram í Smæruni

4 tímar síðan
Tíðindi

Róðrarneyst verður brúkt til nógv ymisk endamál

4 tímar síðan
Tíðindi

ÁVARING: Kósin má rættast tí pengar fara at mangla

5 tímar síðan