info
Ongi úrslit

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

Á skránni verður matur, mentan og felagsskapur, og her verður eisini barnaundirhald - ella í stuttum: Her verður nakað til øll og fyri allar aldursbólkar

Vilmund Jacobsen
17. september 2026 kl. 14:24

Leygardagin 19. september, sum er leygardagin komandi, verður árligi Eplafestivalurin á Sandi.

- Frá morgni til langt út á kvøldið verður bygdin fylt við góðum føroyskum mati, spennandi sølubásum, góðum tónleiki, barnaundirhaldi, fyrilestrum og øðrum tiltøkum.

Soleiðis siga fyrireikararnir.

Eplafestivalurin er ein fjølbroyttur heystfestivalur, har føroyskar rávørur, matmentan og bygdalív ganga hond í hond.

- Í ár verður aftur nógv gjørt burtur úr at skapa lív kring alla bygdina, og bæði privat heim, kjallarar, hoyloft og fjós lata dyrnar upp og bjóða øllum at vera vælkomin innar.

Fyriskipararnir siga, at frá klokkan 10 leygarmorgunin verða sølustøð kring Traðir, sum er gamli býlingurin á Sandi, har vitjandi kunnu keypa heimavirkaðar og heimaframleiddar matvørur, grønmeti, nýflett lambskjøt, súltutoy, heimabakað, handverk og annað.

- Tann stuttligi eplaláurin koyrir fólk í pendulfarti millum Traðir og Miðstovugarðin, har møguleiki er at keypa føroyskt grønmeti. Eitt upplagt høvi at fylla posarnar við føroyskum matvørum til Et-Føroyskt-vikuna í komandi viku.

Sagt verður, at matur verður sum heild ein stórur partur av degnum.

- Í vakstrartunlinum hjá Búnaðarstovuni fara stjørnukokkarnir hjá PAZ at borðreiða við eplum, grønmeti og røstum fiski, og um kvøldið verður Støkk-Upp matstova í Virkinum, har Sommer Matveiting borðreiðir við flottari gourmet matskrá.

Eisini verður Grøna Matveitingin við matbási og sera hugnaliga heimakaféin Patata Kafé sum letur upp longu klokkan10 við kanelsniglum, BVO og kaffi.

Okkurt til øll

Men Eplafestivalurin er nógv meira enn matur.

- Á skránni eru barnaundirhald og barnasangur við Árna Jóhannesson, skótarnir gera poppkorn á báli, neytalortakapping, listaframsýning, harmonikutónleikur og fólkatónleikur.

Klokkan 15 leygardagin skipar Veltan fyri fólkafundi við Tingborð, har evnið verður sambandið millum menniskja og náttúruna, við røðum frá Magna Gaard og Tjóðhild Patursson, yrkingaupplestri frá Oddfríði Marna Rasmussen og tónleiki frá Guðrið Hansdóttir.

- Seinnapartin og um kvøldið flytur festivalurin seg oman á Sand. Klokkan 17.30 verður heystgudstænasta, og frá klokkan 18 verður bál, eplaklappingar og felagssangur, har Eyðstein Ólason spælir undir á harmoniku.

Tað verður eisini lív í bygdini á Sandi til langt út á kvøldið.

- Café Retro hevur opið til klokkan 03.45, Pubbin hjá Arabo letur upp klokkan 20, ungdómskafé verður í Missiónshúsinum, og frá klokkan 21 -24 spæla Frankie og Ási livandi tónleik á Café Retro.

Endamálið við Eplafestivalinum er at savna fólk um tað, sum verður dyrkað, framleitt.

- Festivalurin skal vera ein dagur, har øll bygdin livir, og har bæði børn og vaksin kunnu hugna sær, eta væl, uppliva okkurt nýtt og vera saman, siga fyriskipararnir.

Eplafestivalurin verður leygardagin 19. september 2026 á Sandi. Tiltøkini byrja klokkan 10, og skráin heldur fram til langt út á náttina.

Fyriskipararnir minna á, at ikki øll sølustøð hava gjaldsterminal, og tí er skilagott at hava reiðan pening við. Øll skráin fyri stóra tiltakið á Sandi kann lesast á Facebook-vanganum, Eplafestivalurin.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

4 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

26 minuttir síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

46 minuttir síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

1 tími síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

2 tímar síðan
Tíðindi

Springs 2.0 á pall í kvøld eftir steðg í 36 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Russiskt fiski­skip sigldi spaku­liga við før­oysk­an sjókaðal

2 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ endaði kappingarárið við sigri á HB á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj gransking: Fiskirættindi kunnu styrkja smáar bygdir

3 tímar síðan
Fótbóltur

Bjartalíð og liðfelagarnir vunnu týðandi sigur í niðurflytingarstríðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina hevur aftur vanligt samband við Starlink

3 tímar síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

4 tímar síðan