info
Ongi úrslit

Róðrarneyst verður brúkt til nógv ymisk endamál

- Í gjár hevði neystið aftur leiklutin sum karmur um vitjan av altjóða gestum, tá Klaksvíkar kommuna bjóðaði luttakarum í Northern Periphery and Arctic Programme og NORA til eina hugnaliga samkomu í róðrarneystinum

Vilmund Jacobsen
17. september 2026 kl. 12:20

- Síðan nýggja róðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag varð tikið í nýtslu, hevur bygningurin víst seg at vera nógv meira enn eitt neyst til kappróðrarbátar. Við sínari serstøku staðseting í hjartanum av miðbýnum og við sínum serstaka byggisniði, er neystið vorðið eitt náttúrligt savningarstað og eitt eyðkenni fyri Klaksvík.

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag.

- Javnan eru bæði ferðafólk og áhugabólkar á vitjan fyri at síggja bygningin, sum eftir stuttari tíð er vorðin ein áhugaverdur partur av býarmyndini. Ikki minst bera mong eyga við stóra listaverkið hjá Edvardi Fuglø, har kappróðrarbáturin Fípan Fagra hevur fingið nýtt lív sum listaverk. Gamli báturin er tikin sundur og er hongdur upp á veggin á ein serstakan hátt.

Sagt verður, at Klaksvíkar býráð eisini javnan brúkar neystið sum eitt virðiligt stað at taka ímóti gestum. Hølini verða javnan brúkt til fundir, móttøkur og almennar samkomur, tá útlendsk umboð og aðrir gestir vitja í Klaksvík.

- Í gjár hevði neystið aftur leiklutin sum karmur um vitjan av altjóða gestum, tá Klaksvíkar kommuna bjóðaði luttakarum í Northern Periphery and Arctic Programme og NORA til eina hugnaliga samkomu í neystinum.

Víst verður á, at teir fleiri enn 60 gestirnir vóru verkætlanarleiðarar og umboð fyri verkætlanir, sum hava fingið stuðul gjøgnum hesa skipanina. Hesa vikuna eru tey savnaði í Klaksvík, har tey luttaka á fundum og hava skeiðsvirksemi.

- Talan er um enn eitt dømi um, hvussu róðrarneystið í dag verður brúkt til nógv ymisk endamál og hevur fingið eitt virkið lív út um sjálvan kappróðurin, verður lagt aftrat.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini í Vági

5 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

28 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Búskaparráðið leggur fram í Smæruni

52 minuttir síðan
Tíðindi

ÁVARING: Kósin má rættast tí pengar fara at mangla

2 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu geva okkum íblástur og ítøkiliga hjálp

2 tímar síðan
Tíðindi

Varðin og Sellin høvdu vitjan úr eystursjóvarlondum

2 tímar síðan
Tíðindi

Skattaprosentið verður óbroytt í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar kanna nýggj­ar møgu­leik­ar á brasilska markn­að­inum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú verður spakin settur í til nýggja kirkju á Argjum

4 tímar síðan
Bilar

Innflutningurin av akførum vaksin 175 milliónir

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava barnakonur til skanning fyrr

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava Vest­manna­tunn­ilin klár­an at bjóða út í 2027

5 tímar síðan