Málið um eina nýggja fjallasúkklubreyt til Oyggjaleikirnar næsta summar kemur aftur fyri Tórshavnar býráð á fundinum í dag.
Breytin er ætlað kappingunum í fjallasúkkling, tá Føroyar verða vertir fyri Oyggjaleikunum í 2027. Men arbeiðið við verkætlanini hevur eisini elvt til ósemju, tí rossafólk hava gjørt vart við, at ætlaða súkklubreytin kemur í øki, sum verður brúkt til ross.
Serliga verður víst á vandan, sum kann standast av, at súkklarar og ross skulu ferðast í sama øki. Rossafólk hava tí ynskt broytingar í staðsetingini og eina loysn, sum tryggjar, at virksemið kann fara fram uttan vanda fyri ross, reiðfólk og súkklarar.
Kostar 9,46 milliónir
Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er nú mettur til 9,46 milliónir krónur. Í hesum eru bæði sjálv fjallasúkklubreytin og arbeiði og útgerð, sum skulu til fyri at gera økið klárt til Oyggjaleikirnar.
Málið hevur verið viðgjørt politiskt áður, men orsakað av ósemjuni um staðsetingina og trygdina verður tað nú lagt fyri býráðið aftur.
Tí snýr málið seg ikki bara um at fáa eina kappingarbreyt lidna til Oyggjaleikirnar. Býráðið skal eisini taka støðu til, hvussu breytin kann leggjast og skipast, so hon kann sameinast við verandi virksemi í økinum.
Skal eisini brúkast eftir Oyggjaleikirnar
Ætlanin er, at talan ikki bara skal vera um eina fyribils breyt til Oyggjaleikirnar. Fjallasúkklubreytin skal eisini kunna nýtast eftir leikirnar og gerast partur av ítróttartilboðnum í kommununi.
Tíðin er tó avmarkað. Oyggjaleikirnir verða í Føroyum í juli 2027, og tí skal endalig støða takast til verkætlanina, so arbeiðið kann verða liðugt í góðari tíð undan kappingunum.