info
Ongi úrslit

Leirvíkstunnilin stongdur: Tríggir bilar í óhappi

Trý fólk eru flutt á sjúkrahús eftir eitt ferðsluóhapp við tunnilsmunnan í Leirvík. Stongt er fyri ferðslu, meðan løgreglan arbeiðir á staðnum.

Eirikur Lindenskov
31. oktober 2026 kl. 19:40

Tríggir bilar vóru partur av einum ferðsluóhappi beint við munnan á Leirvíkstunlinum leirvíksmegin. Óhappið varð fráboðað løgregluni klokkan 18.20.

Sambært løgregluni rakti ein bilur fyrst ein mótkoyrandi bil og síðani ein annan mótkoyrandi bil.

Sjúkrabilar og løgregla vórðu send á staðið. Sjey fólk vóru í teimum trimum bilunum, og tveir sjúkrabilar eru farnir av staðnum við tilsamans trimum fólkum, sum eru flutt á sjúkrahús. Hini verða kannað á staðnum.

– Fráboðanirnar av staðnum benda ikki á, at talan er um álvarsaman fólkaskaða, sigur vaktleiðarin.

Stongt er fyri ferðslu, meðan bilarnir verða fluttir og vegurin ruddaður. Nógvir bilar bíða, og løgreglan verður á staðnum eina løtu afturat fyri at fáa ferðsluna í gongd aftur.

– Vit royna at gera tað so skjótt, vit kunnu. Vónandi verður tað skjótt. So skjótt opið er aftur, boða vit frá á Facebook, sigur vaktleiðarin.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

0 minuttir síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

18 minuttir síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

25 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

40 minuttir síðan
Tíðindi

Havstein Klein talar við minningarhaldið á Sandi

51 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: H71, Neistin, Kyndil og VÍF vunnu

1 tími síðan
Fótbóltur

Nú er tað slætt borð hjá Fróða

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Fótbóltur

Skála verður framvegis í fremstu røð

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ er nú FM-vinnari 2026

3 tímar síðan
Fótbóltur

Týsdagin fæst at vita hvussu tað verður við venjaranum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Vágamenn eru fluttir niður

4 tímar síðan