Sanna Andrassardóttir Dahl er nýggjur limur í gøtunavnanevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Tað samtykti býráðið einmælt á fundi hóskvøldið 22. oktober. Hon tekur við eftir Jógvan Arge, sum hevur biðið um at verða loystur úr nevndini.
Gøtunavnanevndin er ráðgevandi nevnd hjá býráðnum. Hon ger uppskot og tilmæli til mentamálanevndina um gøtunøvn, nøvn á torgum og onnur slík nøvn í kommununi eftir áheitan frá umsitingini.
Nevndin kann eisini verða biðin um ummæli ella tilmæli um nøvn á bygningum hjá kommununi.
Býráðið valdi í januar 2025 Marius Rein, Marjun Arge Simonsen, Jógvan Arge, Ronni Thomassen og Annfinnur Hjelm í nevndina.
Við valinum av Sannu Andrassardóttir Dahl er sessurin eftir Jógvan Arge nú mannaður aftur.