Maðurin er umleið 180 cm høgur og hevur myrkt, gránað hár við eitt sindur av falli í. Hann er møguliga í brillum.
Óvist er, hvussu hann er ílatin, men hildið verður, at hann er í buksum og blusu ella skjúrtu. Hann er farin avstað uttan jakka og skógvar.
Tá ið maðurin áður hevur verið horvin, varð hann funnin inni hjá fólki. Fólk verða tí eisini biðin um at kanna, um hann kann vera komin inn hjá teimum.
Hevur tú sæð mannin ella veitst, hvar hann er, verður tú biðin um at boða løgregluni frá sum skjótast.