info
Ongi úrslit

Týsdagin fæst at vita hvussu tað verður við venjaranum

Karstin Joensen formaður sigur, at tað verður arbeitt við at styrkja um liðið við spælarum úr Føroyum og uttanlands frá

Jóannes Hansen
31. oktober 2026 kl. 17:13

NSÍ fagnaðurin í fína heystarveðrinum á Svangaskarði er av. Nú er NSÍ legan øll sum hon er á veg inn í hølini hjá BORG á Glyvrum, har tað er Runavíkar kommuna, sum bjóðar til móttøku at fagna flaggskipinum hjá NSÍ, sum hevur vunnið FM fyri fyrstu ferð í 19 ár. Fyrsta og einasta FM heitið undan hesum FM heitinum vann NSÍ í 2007.

Karstin Joensen tók við sum NSÍ formaður 26. oktober í 2022 ella fáar dagar eftir, at tað var greitt, at besta liðið var flutt niður úr bestu og í næstbestu deildina.

-Tá settu vit okkum sum mál, at vit um fimm ár aftur skuldu vera millum tey bestu. Nú fýra ár eru farin og vit eru meistarar, mugu vit bara staðfesta, at tað hevur gingið skjótari við framgongdini, enn vit tá dugdu at ímynda okkum, sigur Karstin Joensen.

Formaðurin, ið er tann einasti eftir av nevndarlimunum, sum tóku við fyri fýra árum síðani, sigur, at í kvøld fegnast tey øll um FM heitið soleiðis, sum tey hava gjørt alla hesa vikuna. Men samstundis verður hugsað um framtíðina, og tað verður arbeitt við at styrkja um liðið:

-Vit ætla okkum at arbeiða fyri at verja FM heitið, og vit vita, at tað bíðar avbjóðing í UEFA Champions League. Venjarin fer til Íslands týsdagin. Vit vilja fegin leingja um samstarvið við hann, og hann umhugsar støðuna. Áðrenn hann fer at landinum rokna vit við, at tað verður greitt, hvussu tað verður við honum og NSÍ, sigur NSÍ formaðurin, og hann heldur fram:

-Vit rokna við, at flestu spælararnir fara at halda fram í felagnum. Samstundis vita vit, at tað verður neyðugt at styrkja um liðið, og vit arbeiða við at styrkja um liðið við spælarum bæði í heimligu kappingini og úr útlandinum, sigur Karstin Joensen, formaður í NSÍ.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Skála verður framvegis í fremstu røð

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ er nú FM-vinnari 2026

1 tími síðan
Fótbóltur

Vágamenn eru fluttir niður

1 tími síðan
Ítróttur

Hetta er tað størsta hjá Viljormi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tann elsti og yngsti áttu stóran leiklut

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Oleksandra fór eftir brenni og fann ein arm

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir eyka buss­túr­ar í Sunda komm­unu frá mána­degnum

2 tímar síðan
Lýsingagrein

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

3 tímar síðan
Tíðindi

535 mió kr tryggja fram­­tíðina hjá rakett­støð í Hetlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Tíðindi

Sandingar ókeypis til Sandoy hálvmarathon

3 tímar síðan
Tíðindi

Nærum helvtin av føroyska streyminum kom frá olju

4 tímar síðan