David Geza Turi hevði einaferð eitt frálíkt avrik fyri Grimsby Town í ensku League Two.
Í dag vann Grimsby á heimavølli frammanfyri 8.111 áskoðarum 5-2 á York City.
Í 13. minutti legði Andy Cook Grimsby á odda 1-0, men bert 15 minuttir seinni hevði útiliðið skotið tvey mál og var á odda 2-1. Men tríggjar minuttir seinni javnaði Iwan Morgan fyri heimaliðið.
Í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá Grimsby. Klokkan vísti 75 minuttir tá Cameron McJannett legði Grimsby á odda 3-2. Tríggjar minuttir seinni syrgdi Geza fyri einum góðum uppleggi, tá Josh Andrews økti til 4-2. Tað gingu bert átta minuttir, so skoraði Geza triðja málið hjá sær hetta kappingarárið, tá hann við brotsteigarmarkið sendi bóltin framvið málverjanum.
Geza fær fyri leikliga avrikið frá Flashscore karakterin: 8,6 (av 10 møguligum), og er besti leikarin hjá Grimsby. Frá Sofascore fær Geza karakterin: 8,4.
Grimsby er nú nummar seks í deildini við 20 stigum. Teir eru bert tvey stig frá triðja plássinum, har Walsall hevur 22 stig.
Sunnudagin 8. november klokkan 12 spælir Grimsby Town dyst í FA Cup steypakappingini. Talan verður um dyst á útivølli móti Stafford, ið spælir í sættu bestu deildini.