So er tað avgjørt. Hóast tað av álvara hevur gingið rætta vegin, síðani Tór-Ingar Akselsen tók við sum venjari, og úrtøkan nógvu tey seinastu umførini hevur verið væl frægari, enn hon plagar at vera hjá teimum, ið eru undir niðurflytingarstrikuni, so er tað ein veruleiki, at 07 Vestur er flutt niður.
Í dag endaði tað við 1-0 07 Vestur tapi inni í Vika á Argjum, har AB vann 1-0. Heimaliðið skoraði málið, sum vísti seg at verða avgerandi, longu í fjórða minutti. Málskjútti var Sjúrður Henriksen, sum í dag hevur 19 ára føðingardag. Hetta var triðja ferðin í ár, at hann var málskjútti í bestu deildini.
Eftir fína byrjan av kappingini hevur tað eftir summarsteðgin gingið illa hjá AB, sum undan síðsta umfari var í vanda fyri at flyta niður. Í dag arbeiddu argjamenn øgiligt, og kring vøllin var stuðulin framúr frá mongu og mælsku áskoðarunum.
Síðstu løtuna spenti 07 Vestur av álvara álopsbogan, og síðsta hálva tíman gekk tað mesta fyri seg í og kring AB brotsteigin. 07 Vestur legan var greið yvir, at tað var neyðugt at skora tvey má og vinna, tí tíðindini úr Sundalagnum vóru, at Skála ÍF var frammanfyri 2-0 ímóti EB/Streymi.
Í hesum umfarinum hevur 07 Vestur verið í bestu deildini síðani 2021.