info
Ongi úrslit

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

Ebolafarsóttin er tann ringasta í søguni hjá landinum. Meira enn 10.000 smittutilburðir eru skrásettir.

© Ritzau Scanpix
Heilsustarvsfólk kanna hitan hjá ferðandi í DR Kongo fyri at avmarka ebolasmittuna. Savnmynd.
Eirikur Lindenskov
31. oktober 2026 kl. 22:15

Meira enn 5.000 fólk hava nú latið lív í ebolafarsóttini, sum herjar í DR Kongo.

Tað vísa tøl, sum stjórnin í landinum kunngjørdi fríggjadagin, skrivar Reuters sambært Ritzau.

Farsóttin varð staðfest um miðjan mai og hevur síðani breitt seg til átta av teimum 26 landslutunum í landinum. Meira enn 10.000 smittutilburðir eru skrásettir.

Sambært Reuters hava seinkað smittuuppsporing, vápnað stríð í landinum og eitt hart trýst heilsuverk verið við til at gera, at smittan hevur breitt seg skjótari enn undir fyrrverandi ebolafarsóttum.

Tilburðir eru eisini staðfestir í Uganda, Kenja og Nigeria. Heimsheilsustovnurin, WHO, lýsti tó Uganda frítt fyri sjúkuna í august. Fyrstu tilburðirnir í Kenja og Nigeria vórðu staðfestir fyrr í oktober.

Hetta er tann deyðiligasta ebolafarsóttin í søguni hjá DR Kongo og tann næstdeyðiligasta í heiminum.

Bert farsóttin í Vesturafrika frá 2014 til 2016 kravdi fleiri mannalív. Tá doyðu meira enn 11.000 fólk í Guinea, Liberia og Sierra Leone.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

9 minuttir síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

39 minuttir síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

1 tími síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

2 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

2 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

2 tímar síðan
Tíðindi

Havstein Klein talar við minningarhald í Sandoynni

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71, Neistin, Kyndil og VÍF vunnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Leirvíkstunnilin stongdur: Tríggir bilar í óhappi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nú er tað slætt borð hjá Fróða

4 tímar síðan