Hetta gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti.
Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum (myndin), og liðfelagarnir í Skanderborg fingu til høldar fyrsta sigurin og fyrstu stigini hetta kappingarárið.
Í Skansen høllini í Nørresundby vann Skanderborg 26-23 á EH Aalborg. Í steðginum var heimaliðið á odda 13-12.
Rakul bjargaði 15 av 35 málroyndum, svarandi til 42,86 prosent. Harímillum var ein brotskastsbjarging. Rakul átti sostatt stóran lut í sigrinum.
Skanderborg er næstaftast í deildini við tveimum stigum. EH Aalborg er aftast, somuleiðis við tveimum stigum. So talan var um sera týðandi sigur hjá Skanderborg.
Í BIO CIRC Arena í Viborg vunnu Jana Mittún og liðfelagarnir tepran 29-28 sigur á Nordvestjysk. Lukkutíð eydnaðist tað Viborg at blokkera seinastu skotroyndini hjá útiliðnum.
Í steðginum stóð illa til hjá Viborg, tí tá var útiliðið á odda 20-14. Í seinna hálvleiki gekk munandi betri hjá heimaliðnum.
Jana skoraði trý mál upp á seks málroyndir, men hon legði upp til heili seks mál. Jana vann eisini liðnum eitt brotskast.
Viborg er nummar seks í deildini við níggju stigum.
Marita Mortensen og liðfelagarnir í Nykøbing-Falster vunnu á útivølli greiðan 34-23 sigur á Sønderjyske. Nykøbing-Falster gjørdi arbeiðið mest sum liðugt í fyrra hálvleiki. Í steðginum var útiliðið á odda 19-7.
Marita skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.
Nykøbing-Falster er nummar fýra við 11 stigum.
Í morgin klokkan 13 spæla Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Keypmannahavn dyst á heimavølli móti Ringkøbing.