Landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SV Ried hava ikki tapt í seks teimum seinastu dystunum í eysturríksku bundesliguni.
Í dag gjørdist talan um javnleik 1-1 í útidystinum móti Altach. Samuel spældi allan dystin.
Samuel og liðfelagarnir kunnu tó iðra seg, tí heimaliðið javnaði til 1-1 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Ried kom á sigurskós í 77. minutti, tá Isaac Thelin legði teir á odda 1-0.
SV Ried er nummar seks í deildini við 16 stigum. Rapid Wien er fremst við 27 stigum.
Komandi leygarkvøld klokkan 18.30 hevur SV Ried heimadyst. Tá kemur LASK Linz á vitjan.