info
Ongi úrslit

Nú fæst aftur øl og vín í Suðurgrønlandi

Eftir slakar tveir mánaðir við rúsdrekkabanni verður nú aftur loyvt at selja og skeinkja øl og vín í Kommune Kujalleq í Suðurgrønlandi. Sterkari rúsdrekka verður tó framvegis bannað við fyriliti fyri børnunum. Samstundis umhugsa grønlendingar at taka alkohol úr handlunum og stovna eina Rúsu

John Johannessen
26. november 2026 kl. 07:27

Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrið, hevur gjørt av at taka undir við einum ynski frá Kommune Kujalleq um at linka rúsdrekkabannið, sum varð sett í gildi 2. oktober í ár orsakað av álvarsomum sosialum trupulleikum, sum stóðust av alkoholnýtsluni.

Kommunan hevur spurt borgararnar til ráðs, og teir vilja hava, at rúsdrekka aftur fæst til keyps, men at tað framvegis skulu vera strangar avmarkingar.

Frá í gjár er aftur loyvt at selja og skeinkja rúsdrekka, ið hevur í mesta lagi 22,09 prosent av alkoholi.

Hetta veit grønlendska blaðið Sermitsiaq at siga.

Rætturin til barndóm

Anna Wangenheim, Naalakkersuisoq í heilsumálum og málum hjá fólki við breki, heldur, at kommunustýrið hevur víst ábyrgd við at taka borgararnar við upp á ráð.

– Tað er júst tí, at kommunan við fyriliti fyri børnunum framvegis vil hava strangar avmarkingar, at vit taka undir við áheitanini, sigur Anna Wangenheim í tíðindaskrivi.

Hon leggur dent á, at tað er umráðandi at hava í huga álvarsamu trupulleikarnar, sum vóru orsøkin til, at rúsdrekkabannið bleiv sett í gildi.

– Bæði sum politikarar og foreldur hava vit ábyrgd av at verja børnini og tryggja teimum rættin til ein tryggan barndóm, sigur hon.

Fylgja væl við

Naalakkersuisut og Kommune Kujalleq fara í felag at fylgja væl við, hvussu tað fer at hilnast, nú rúsdrekka aftur fæst til keyps í kommununi.

Millum annað verður fylgt við, hvussu nógvir harðskapstilburðir og aðrir sosialir trupulleikar standast av rúsdrekka, hvussu nógvar fráboðanir sosialu myndugleikarnir fáa, og hvussu vorðið er við heilsuni og trygdini hjá børnum og familjum.

Ikki fyrr enn greiða er fingin á, hvørjar avleiðingar tað hevur at linka bannið, verður støða tikin til, um tað kann linkast enn meira.

Rúsa kann vera loysnin

Í løtuni samráðist Naalakkersuisut við politisku flokkarnar um eina felags rúsdrekkapolitiska semju fyri alt Grønland. Sambært Naalakkersuisut eru tær samráðingarnar nú um at koma undir land.

Í Grønlandi fæst rúsdrekka í vanligu matvøruhandlunum. Men eitt av fakligu tilmælunum, sum eru grundarlagið undir politisku samráðingunum, er at seta á stovn eina almenna rúsdrekkasølu við einkarrætti at selja rúsdrekka, eins og vit hava í Føroyum.

Tilmælini eru gjørd í samstarvi millum grønlendsku heilsumyndugleikarnar, grønlendska fólkaheilsugransking og altjóða heilsustovnin WHO.

Í frágreiðingini verður beinleiðis víst til royndirnar í Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi, har fólkaheilsan verður sett fram um handilslig áhugamál í søluni av rúsdrekka.

Skotið verður upp, at almenna grønlendska handilsfyritøkan Pilersuisoq innan fimm ár fær einkarrætt at selja rúsdrekka í smásølu í Grønlandi.

Grønlendingar kunnu sostatt fáa sína egnu Rúsu.

 

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fyrsta mamman er krýnd Miss Universe

29 minuttir síðan
Tíðindi

Arbeiðsloysið óbroytt á 0,9 prosentum í oktober

44 minuttir síðan
Ítróttur

KÍF kløkkaði Fleyr, sum kom fyri seg og vann

1 tími síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Barcelona-GOG beinleiðis á TV3

1 tími síðan
Tíðindi

Jökull fiskaði svartkalva tá ið neyðarkallið varð sent

7 tímar síðan
Hondbóltur

TV2 Sport vísir dystirnar hjá Føroyum í Golden League

7 tímar síðan
Tíðindi

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

8 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: United knógvaði eitt stig í Lissabon

8 tímar síðan
Fótbóltur

14 venjarar hava staðið UEFA A-prógv

8 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil, H71, VÍF og KÍF vunnu

8 tímar síðan
Tíðindi

Ivasamt um barnalógin verður løgd fram í hesi tingsetuni

8 tímar síðan