info
Ongi úrslit

Champions League: Óli skoraði og legði upp til 12 mál

GOG var fyri greiðum tapi, Füchse Berlin vann greiðan sigur

Heri Á. Simonsen
49 minuttir síðan

Føroyingaliðini, GOG og Füchse Berlin spældu fyrstu dystirnar í ársins útgávu av Champions League í kvøld.

Á útivølli í Lissabon í Portugal taptu Óli og liðfelagarnir í GOG greitt 33-43 fyri Sporting, ið hevur brøðurnar Martim og Francisco Costa á liðnum. Í steðginum var Sporting á odda 21-13.

Óli gjørdi tó sítt. Hann skoraði átta mál upp á 10 málroyndir, og hann legði eisini upp til fýra mál. Óli var toppskjútti og hevði nógv flest málstig av leikarunum hjá GOG.

Martim og Francisco Costa skutu ávikavist 11 og níggju mál, og vóru saman við Óla tann stóra upplivingin hjá áskoðarafjøldini í Lissabon.

Sporting og Szeged hava tvey stig hvør, meðan GOG og Kristianstad einki stig hava.

Füchse Berlin vann í útidysti í bólki A greiðan 44-33 (23-15) sigur á Partizan Beograd.

Leo Prantner var á høgra veingi hjá Füchse Berlin í kvøld. Og hann gjørdi tað gott við at skjóta sjey mál upp á átta málroyndir.

Füchse Berlin og Veszprem hava tvey stig hvør, meðan Porto og Partizan Beograd einki stig hava.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

2 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

3 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

7 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

2 tímar síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

3 tímar síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggi Fagraberg hevur roynst væl

3 minuttir síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

14 minuttir síðan
Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson legði aftur upp til fleiri mál í kvøld

18 minuttir síðan
Tíðindi

Russar leypa á ukrainskar keypsmiðstøðir

24 minuttir síðan
Tíðindi

Løgtingið feldi uppskot um 7.000 krónur meira í orkuískoyti

33 minuttir síðan
Tíðindi

Hevur tú vitan sum kann menna føroysku alivinnuna?

33 minuttir síðan
Tíðindi

Ritan fer í dokk – Jósup avloysir

1 tími síðan
Tíðindi
Kelda: youtube.com

VIDEO: FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

1 tími síðan
Tíðindi

Listafólkabústaður á Føroya Fókaháskúla!

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir vunnu stórsigur

2 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Tingfundur 10.09.26

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

2 tímar síðan