info
Ongi úrslit

Øki á Hálsi rakt av kommunalum visjónsturki

Bogi í Gil
4. oktober 2024 kl. 10:20

Vit síggja framman fyri okkara eygum, at lítil og ongin nýhugsan er at hóma fyri økinum á Hálsi frá býráðsins síðu.

Her verða 45 ára gomul vinnuhøli endurnýggjað til júst sama endamál, sum fyri nærum hálvari øld síðan. Tað sigur nakað um tann visjónsturk, ið valdar.

Hetta er tað sama, sum at bygt hevði verið eitt heilt nýtt lastbilaverkstað niðri á Reyni í 1978. Hvør hevði viljað sæð tað ?

Vit eiga at vera meira framskygd enn hetta, og loyva fakfólki at endurhugsa alt økið á Hálsi, hetta bæði fyritøkunum og Havnarfólki til framtíðar størri gleði.

Tað bilti heldur einki, um ein ráðgevandi fyritøka tók føraratroyggjuna uppá seg og av sínum eintingum beitti Tórshavnar kommunu á aðrar tankar hesum øki viðvíkjandi. Hetta áðrenn ov seint var, vegna ov nógva endurtøku av verandi hugsan hennara.

Tað eru fyritøkur á Hálsi, sum hava eitt sera stórt og gott øki, ið rúmar fleiri høgum bygningum. Ja, eg vil fara so mikið langt og siga, at bert tann eina fyritøkan, um hon varð eggjað av einum framskygdum og djørvum býráði, vildi kunnað bygt 120 Leigu/lutabústaðir, ella høli til fleiri heilar almennar stovnar við vinnuhølum í niðastu hædd á øki hennara, men sum í dag einans verður brúkt sum goymsla!

Eg eri vísur í, um Tórshavnar kommuna tók stig til, at hesar fyritøkur vórðu tiknar við í eina nýhugsan av økinum saman við fakfólki, at flestu teirra høvdu sæð ein møguleika hjá teimum at gjørt eina góða íløgu við vinnuøki teirra.

 

Bogi í Gil, valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil loyva skipaðari kópaveiðu við Føroyar

34 minuttir síðan
Tíðindi

Vildi ikki halda seg burtur – endaði í brummuni

1 tími síðan
Lesarabrøv

Gleð teg til eina feita eykarokning frá samgonguni

1 tími síðan
Fótbóltur

TB venjarin er givin

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan ávarar: Teldusníkar royna at lumpa pengar frá fólki

2 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: FM í rørslumegi

2 tímar síðan
Tíðindi

Bill mótmælir: Tel Aviv er ikki avtalað í samgonguni

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3 tímar síðan
Tíðindi

Akutta tilbúgvingin verður styrkt

4 tímar síðan
Tíðindi

Kanna hví rusk­bil­ur­in fór á rull á Argjum

4 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Ruskbilurin lyftur úr urtagarði á Argjum

5 tímar síðan
Tíðindi

Ákæri: Annarflogskipari royndi at fremja yvirgang við øks

5 tímar síðan