info
Ongi úrslit

Fiskavirkis­skip­an­in bindur arbeiðsmegi

207 milliónir krónur vórðu goldnar úr fiskavirkisskipanini frá 2016 til 2025. Bjørn á Heygum heldur, at skipanin bindur fólk at fiskavirkjunum, meðan aðrar fyritøkur mangla arbeiðsfólk

Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 21:40

Fiskavirkisskipanin – ósunn og avlagandi stuðulsskipan

207 mio kr. fyri at lata fólk ganga fyri onki

Liljan Weihe løgtingskvinna setti herfyri Margit Stórá  landsstýriskvinnu ein sera áhugaverdan fyrispurning um sokallaðu fiskavirkisskipanina, herundir um hvussu nógv var útgoldið úr skipanini seinastu 10 árini, hvørjir teir 10 størstu arbeiðsgevararnir vóru, sum fingu stuðul úr hesi skipan, og um nakrar ætlanir vóru um at broyta skipanina.

Tað var ikki smávegis, sum var útgoldið úr fiskavirkisskipanini! Heilar 207 mió kr. frá 2016 – 2025 fyri at kunna lata fólk ganga fyri onki - og væl at merkja samstundis tryggja sær, at tey ikki søkja annað arbeiði!

Rætt og slætt burturspiltir pengar, sum fleirfalt betri kundu verið brúktir aðrastaðni, har tað veruligu er tørvur á peninginum - og ikki minst arbeiðsfólkunum!

Endamálið at binda fólk niður og fasthalda tey í skipanini sær út til at rigga væl, og hevur framhaldandi breiða undirtøku í politisku skipanini.

Milliardfyritøkur fáa stuðul

Tað sigur seg sjálvt, at tað verður ikki lætt at kappast hjá øðrum fyritøkum um hesa somu arbeiðsmegi, tá vanliga vinnulívið av góðum  grundum hvørki hevur møguleika ella ráð til at bjóða fólki at ganga við hondunum í lumma stóran part av tíðini við fullari løn.

Hvør fær so stuðulin? Jú, ikki óvæntað fleiri av størstu og mest vælkonsolideraðu fyritøkunum í Føroyum við yvirskoti hundraðtalsmillióna klassanum, so sum Bakkafrost, Varðin Pelagic, Pelagos og Luna.

Hava hesir risar í føroyska vinnulívinunm tørv á nakrari stuðulsskipan, - kundi hóskandi verið spurt - nei, als ikki - beint tvørturímóti.

Men sjálvandi eru aðrar minni væl konsolideraðar fyritøkur í skipanini, sum ivaleyst als ikki kunnu verða henda ”arbeiðsloysisstuðulin” fyriuttan.

Og, - sum ikki einaferð í Føroyum, so er tað lægsti felagsnevnari, við tí minst lønandi rakstrinum, sum skipanin byggir á, og er tillagað eftir, - so vertin á, at tær fíggjarliga sterku og vælriknu fyritøkurnar í skipanini eisini fáa henda stuðul, - sjálvt um ongin tørvur er!

Framhaldandi loftingarpolitikkur

Til seinasta spurningin um nakrar ætlanir eru um at broyta hesa skipan, viðurkennir Margit Stóra, at tað er ein stórur trupulleiki, at so nógv fólk fáa stuðul úr hesi skipanm, tá arbeiðsloysi er so lágt og, at tað hevði verið skynsamari um fólkini vóru til arbeiðis har tað veruliga er tørvur á arbeiðsmegi!

Men so dregur hon líkasum í land og staðfestir, at fiskavirkisskipanin er avgerðandi fyri, at ”summi” av fiskavirkjunum kunnu bera seg, og her væl at merkja ”summi”!.

Her skal also kunstigur andadráttur til fyri at varðveita nøkur arbeiðspláss, sum undir normalum umstøðum ikki høvdu havt lív lagað.

Ergo – her eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta hesa avskeplandi skipan, av tí einfaldu grund, at tað eftir øllum at døma er avrátt politiskt at lofta nøkrum av hesum virkjum, sjálvt um tey bara eru ein fíggjarligur kleppur fyri samfelagi!   

Tað sær út til, at føroyingar onki hava lært, og bara endurtaka somu dáragerðir sum í 1980 – árunum.

Av beiskum royndum vita vit, at slíkar stuðulsskipanir bara virka, sum ein vinnuligur koddi.

Loftingarpolitikkurin doyvir og undirgravar eitt hvørt initiativ. Og hví skal man annars gera sær ómak við nýhugsan og effektivisering? Framhaldandi arbeiðsmegin til siðbundnu fiskatilvirkingina er jú tryggjað, sjálvt um lægsti felagsnevnari ikki meira enn bara anir, og arbeiðið bert røkkur til ein ella tveir dagar um vikuna!

Útlendingar í fiskavirkisskipanini

Annar áhugaverdur spurningur, sum Liljan Weihe setti landstýriskvinnuni í almanna- og bústaðarmálum Margit Stórá var, hvussu nógv fólk umroknað til ársverk hava verið í skipanini seinastu 10 árini, og hvussu stórur partur av hesum vóru útlendingar?

Her var svarið, at samlaða talið av ársverkum í skipanini hevur ligið millum ca. 1000 – 1400, og at parturin hjá útlendingum er hækkaður úr 170 í 2016 til 454 í 2026.

Tað mest áhugaverda við hesum tølum er tó lutfalsligi parturin av útlendingum, sum nú njóta ágóðan av hesi stuðulsskipan.

Her er talið hækkað úr 13 % í 2016 til heili 44 % í 2026, tvs., at knappur helmingur av stuðlinum nú verður útgoldin til útlendingar.

Upplýst verður, at av teimum umleið 205 mió kr., hava føroyingar fingið útgoldið ca. 160 mió kr, og útlendingar ca. 45 mió kr.

Seinasta árið fram til september, er tó tað mest áhugaverda. Her síggja vit, at útlendingar hava fingið útgoldið 5,5 mió kr. av einum samlaðum útgjaldi uppá 13 mió kr, ella 42 %, og er hetta lutfalsliga tal alsamt vaksandi.

Tað sær út til, at føroyskir løntakarar sambært lóg eru tvingsilsinnlagdir at geva einum ósunnum parti av vinnuni, stuðul til tess eisini flyta inn útlendingar, sum nú í ovurstórum tali floyma inn í landi gjøgnum sokallaðu ”fast track” skipanina.  

Tað er neyvan nøkur lond í verðini, sum eru so út av lagi ábyrgdarleys, at tey soleiðis gjøgnum eina stuðulsskipan skapa ein kunstigan tørv á arbeiðsmegi,  sum síðan aftur elvir til at fremmand arbeiðsmegi í hópatali verður flutt inn í landi, við øllum teimum álvarsligu avbjóðingum, sum fylgja við eini slíkari útlendskari innrás í eina lítla viðbrekna tjóð, sum tað føroysku.

Her má rætt og slætt takast annað skinn um bak, tá ein slík avlagandi stuðulsskipan ikki bara avskeplar føroyska arbeiðsmarknaðin, men við sínum fordømi er beinleiðis undirgravandi fyri alt samfelagið!  

Bjørn á Heygum

Fleiri tíðindi

Tíðindi
Haldaragrein

17 fólk í sjón­um eyst­an fyri Ís­land – fiski­skip sokkið

19 minuttir síðan
Tíðindi

Siri Hustvedt um at velja eitt lív við list og bókmentum

54 minuttir síðan
Tíðindi

SpaceX sleppur at senda millión fylgisveinar út í rúmdina

1 tími síðan
Tíðindi

29 ár síðan Sám­al Pet­ur tendr­aði Sosi­al­in á netinum

1 tími síðan
Lesarabrøv

Fólkapensjónin og fyri­tíðar­pen­sjónin eru púra aftur­út­sigldar

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar og Bret­land styrkja sam­starv­ið við nýggj­um samstarvsskjali

1 tími síðan
Hondbóltur

Fjórða tapið á rað hjá HF Karlskrona

1 tími síðan
Hondbóltur

Aarhus vann greitt í grannauppgerðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Tað eru pengar at spara við at búgva í Eiðis kommunu

3 tímar síðan
Tíðindi

Bjarni vil hava svar um skatt av vinningi frá húsasølu

4 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Kross­ur let­ur nýggj­an og størri endur­nýtslu­handil upp í Havn

5 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

6 tímar síðan