info
Ongi úrslit

Fólkapensjónin og fyri­tíðar­pen­sjónin eru púra aftur­út­sigldar

Landsstýrið eigur at kompensera sera lágu javningini, ið hevur verið seinastu árini. Javningin av pensjónunum hevur verið 2% í meðal seinastu 25 árini. Í árunum frá 2015 til 2021 var als ongin javning av fólka- og fyritíðarpensjónunum. Javningin var 0 %. Vegna tess at pensjónirnar eru púra afturútsigldar, eigur ávís upphædd verða latin øllum pensjónistum sum kompensatión fyri alt ov lágu javningina, ið verið hevur seinastu 25 árini ella fjórðingsøld.

Áhugabólkur Pensjónista
25. november 2026 kl. 20:55

Eisini eigur landsstýrið geva teimum gott 1.200 fólkapensjónistunum, ið hava inntøku, ið liggur uml. 8.000 kr. undir fátækramarkinum (fátækraváðamarkið var 178.146 kr. í 2024) eina árliga eykaupphædd. Varð henda eykaupphædd sett til 25.000 kr. til hvønn fátækraraktan fólkapensjónist, vildi slíkur bati kostað landskassanum áleið 1.200 x 25.000 kr. = 30 mió. kr. Á henda hátt vórðu allir fólkapensjónistar lyftir úr fátækraváða.

Um slík ætlan verður framd í verki, fer hetta at merkjast bæði hjá pensjónistunum og hjá Almannaverkinum. Fátækraraktir pensjónistar fara at sleppa undan, í tíð og ótíð, at søkja um persónliga viðbót og aðrar hjálparviðbøtur, fyri at klára seg í gerandisdegnum. Harvið sparir Amannaverkið bæði pening og tíð at umsita og viðgera hóp av umsóknum um hjálparpakkar.   

Núgaldandi løgtingslóg frá 2018 um javningarprosent til almannaveitingar eigur ikki at verða nýtt at javna fólka- og fyritíðarpensjónir. Í staðin eiga pensjónirnar at verða hækkaðar/-javnaðar samsvarandi lønarhækkingini hjá arbeiðarafeløgunum roknað í krónum (og ikki í prosentum).

Vit eiga her og nú at beina fyri fátækradømi millum pensjónistar.

Mótrokning í pensjónini

Landsstýrið ætlar at brúka 50 mió. kr. at broyta mótrokningina í fólkapensjónini, hetta soleiðis at mótroknað ikki verður í fólkapensjónini áður enn arbeiðsinntøkan fer uppum 300.000 kr. um árið. Spyrjast kann, hvør fær nyttu av ætlaðu broytingini í mótrokningini í fólkapensjónini? Svarið er: høgtløntir fólkapensjónistar. Tað eru ikki teir uml. 1.200 sera láginntøku fólkapensjónistar, hvørs tøka inntøka er 170.276 kr. um árið (fólkapensjón og samhaldsfasti fyri árið 2026).

Mótrokning hjá lágløntum fólkapensjónistum

Eisini mugu batar gerast í mótrokningini hjá lágløntum pensjónistum. Hesir eiga at kunna hava hægri inntøku áður enn mótroknað verður í pensjónini. Politiska valdið eigur at hækka mótrokningarfríu inntøkuupphæddina í fólkapensjónini úr 69.100 kr. upp í 106.000 kr. (sama sum hjá fyritíðarpensjónistum) heldur enn at nýta 50 mió. kr. uppá at hækka mótrokningarfríu upphæddina hjá ríkum fólkapensjónistum, ið hava arbeiðsinntøku yvir 300.000 kr. um árið.

 

Áhugabólkur Pensjónista

Fleiri tíðindi

Tíðindi

SpaceX sleppur at senda millión fylgisveinar út í rúmdina

1 minuttur síðan
Tíðindi

29 ár síðan Sám­al Pet­ur tendr­aði Sosi­al­in á netinum

4 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar og Bret­land styrkja sam­starv­ið við nýggj­um samstarvsskjali

33 minuttir síðan
Hondbóltur

Fjórða tapið á rað hjá HF Karlskrona

52 minuttir síðan
Hondbóltur

Aarhus vann greitt í grannauppgerðini

1 tími síðan
Tíðindi

Tað eru pengar at spara við at búgva í Eiðis kommunu

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjarni vil hava svar um skatt av vinningi frá húsasølu

3 tímar síðan
Tíðindi

Reyði Kross­ur let­ur nýggj­an og størri endur­nýtslu­handil upp í Havn

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjórin á Sjónámi

5 tímar síðan
Tíðindi

Biskupur við nýggjari bók

5 tímar síðan
Tíðindi

Leki avdúkar ógvuslig russisk mannfall í Ukraina

5 tímar síðan