info
Ongi úrslit

NAKSKOV & FØROYSK KULTURSØGA

Virgar Dalsgaard
28. november 2026 kl. 11:28

Beint aftaná Kríggið vóru tvær dynamiskar fyritøkur, sum settu markantan dám á morgunborðið í teimum flestu føroysku húsum.

Tað vóru OTA SOL havragrýn og MOLLY-blikka-mjólk.

Báðar vørurnar vóru framleiddar í Nakskov, sum tá var ein rættiliga kendur ídnaðarbýur.

Molly mjólkin var konserverað og kundi halda leingi.

Hon bjargaði mongum føroyskum húsarhaldi, tí tá var øgiliga stórt mjólkatrot, serliga í Havn og í stórbygdum.

Tey, sum høvdu kúgv kundu slett ikki forsýna øll húsarhald.

Molly, sum var eksporterað til alt Europa, gjørdist skjótt álitið nógvastaðni, og hon varð nógv meira kend í Føroyum enn í Danmark, har tað jú ikki var nakað mjólkatrot.

MOLLY dósamjólk bleiv framleidd á "Kondensfyritøkuni" í Nakskov frá 1906 til 1974.

Hon fekk iverksetarahjálp frá sjálvum H. N. Andersen, sum var stjóri á ØK.

Hann var jú barnvaksin í Nakskov.

OTA fabrikkin var stovnað i Maribo og æt fyrst AVENA, men flytti til Nakskov í 1913.

Havrakornið á tí fruktagóða Lollandi gjørdist skjótt vanlig og sera hent vøra til nógv morgunborð í Norðanlondum, eisini í Føroyum.

Tað var serliga áðrenn Kríggið, at fyritøkan reklameraði heilt nógv fyri børnum, so tey skuldu venja seg við, at havragreytur skuldi vera á flestøllum morgunborðum.

Í OTA-pakkum lógu myndir og seðlar, man kundi samla, inntil man hevði eitt fult album.

Børnini fingu eina spennandi bók, hvis tey sendu inn til OTA.

So seint sum í 1960unum vóru bæði OTA og MOLLY fastir gestir á mongum morgunborði í Føroyum.

So tann beskedni útjaðarabýurin Nakskov hevur havt alstóran týdning fyri føroyskan gerandisdag, serliga í Havn.

OTA fabrikkin anir enn niðri við havnarlagið í Nakskov, men havrin hevur tíverri fingið harða kapping frá meiskorni, sum oftast er importerað vøra.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ongin at bjarga bjargarunum

9 minuttir síðan
Tíðindi

Tey fornisku hava nógv at siga okkum

46 minuttir síðan
Tíðindi

Ulf helst valdur til nýggjan forsætisráðharra mánadagin

48 minuttir síðan
Tíðindi

Skallaði ein mann á skeinkistaði

1 tími síðan
Tíðindi

Fýra klipp á Fugla­fjarðar­vegnum og í Kollafirði

1 tími síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Ringdi til løgregluna og visti ikki, hvar hann var

2 tímar síðan
Fótbóltur

Baltic Cup: Estland hevur favorittstøðuna móti Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar seta tyrlubjargarar í størri váða

3 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir lótu lív tá Jökull sakk – nú eru allir navngivnir

4 tímar síðan
Hondbóltur

TV2 vísir dystin Danmark-Føroyar (Golden League)

5 tímar síðan
Tíðindi

Apple og OpenAI ákæra hvørt annað fyri stuldur

9 tímar síðan