info
Ongi úrslit

Stórhøllin 25 milliónir dýrari

Tað fer at kosta 25 milliónir meira at byggja ætlaðu stórhøllina í Hoyvíkshaganum, sum Tórshavnar kommuna hevur í umbúnað at byggja.

Eirikur Lindenskov
21. juni 2022 kl. 20:37

Ætlanin ljóðaði upp á 218 milliónir krónur. Tórshavnar kommuna hevur játtað at rinda helmingin, 109 milliónir krónur.
Í dag hava teir báðir, Niels Mortensen og Tummas Justinussen, sum hava verið úti og leitað eftir privatari fígging, verið á fundi við borgarstjóran, og í samrøðu við sjónvarpið váttaði Niels Mortensen, at teir hava funnið tær 109 milliónir krónurnar, sum teir fóru eftir.
Men nú eru príshækkingar allastaðni, og tí eru tey í býráðnum komin til ta niðurstøðu, at høllin verður 25 milliónir dýrari at byggja. 25 milliónir, sum teir grunnar, sum hava játtað pengar, ikki eru sinnaðir at rinda, men sum Tórshavnar Kommuna helst má rinda.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði við sjónvarpið í kvøld, at kommunan fer at rinda pengarnar – treytað av at málið verður samtykt á eyka býráðsfundi, sum verður um málið í morgin.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

23 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

27 dripin í hópskjóting í Suðurafrika

0 minuttir síðan
Hondbóltur

Sasja og liðfelagarnir taptu á heimavølli

46 minuttir síðan
Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

3 tímar síðan
Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

9 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

10 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

11 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

11 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

11 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

12 tímar síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

12 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

12 tímar síðan