Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við at steðga handlinum við Evropa, um ES ger álvara av uppskotinum um at gera Kanada til fyrsta atknýtta limin í samveldinum.
Tað segði hann sambært tíðindastovuni AFP í nátt.
– Eg haldi, at tað er láturligt, segði Trump.
– Gera tey tað, og haldi eg á nakran hátt, at talan er um eina fíggindaliga gerð, fari eg at leggja ógvuliga høgan toll á ella steðga handlinum við Evropa, segði hann.
Tað er ógreitt, hvat Trump ítøkiliga meinar við at steðga handlinum við Evropa. Hann segði heldur ikki, hvussu høgur ein møguligur tollur verður.
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, segði í árligu røðu síni um støðuna í samveldinum í gjár, at ES fer at lata dyrnar upp fyri, at Kanada kann gerast fyrsti atknýtti limurin í ES.
Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, var til staðar undir røðuni. Hetta var fyrstu ferð, at ein stjórnarleiðari úr einum landi uttan fyri ES sjálvur var møttur í ES-tinginum í Strasbourg.
Kanada kann sambært ES-sáttmálunum ikki gerast fullgyldigur limur í samveldinum, tí landið er partur av Norðuramerika og ikki Evropa. Tí er uppskotið um atknýttan limaskap komið fram.
Sambandið millum Mark Carney og Donald Trump er stigvíst versnað í 2026. Seinasta mánaðin eru bæði amerikanskur tollur og kanadisk móttiltøk komin í gildi.
Trump hevur eisini broytt amerikanska navnið á Ontario-vatninum til USA-vatnið. Ontario er ein landslutur í miðara parti av Kanada.
Navnabroytingin hevur elvt til øði í Kanada. Mark Carney hevur sagt, at avgerðin hjá Trump ikki broytir, hvussu vatnið verður nevnt í Kanada.
Carney hevur eisini víst á, at navnið Ontario er 400 ára gamalt og sostatt eldri enn bæði USA og Kanada.
/Ritzau/