info
Ongi úrslit

Lágmæltur krígsfilmur úr Ísrael

Í kjalarvørrinum á hendingunum í Ísrael, Gaza og grannaøkjunum, vísir Filmsfelagið mikudagin ísraelska heimildarfilmin ”Innocence”, sum ísraelski Guy Davidi hevur leikstjórnað.

Eirikur Lindenskov
16. september 2026 kl. 23:12

Frá Filmsfelagnum:

Í 2013 vóru hann og palestinski Emad Burnat Oscartilnevndir fyri filmin ”5 Broken Cameras”. Tað er fyrstu ferð at ein palestini er tilnevndur eina Oscarvirðisløn. Fyri filmin vunnu teir báðir leikstjóravirðislønina á Sundance Film Festival og Emmy virðislønina.

Guy Davidi er føddur í Jaffa í 1978 og vaks upp í Holon og Kfar Saba.

Filmin ”Innocence” hevur danska Sigrid Dyekjær framleitt, eins og hon gjørdi í førinum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti í 2020.

Filmurin spyr, nær einoygd propaganda verður til staðfestan sannleika? Og hvør rindar kostnaðin?

Við støði í ísraelsku hernaðarskylduni viðger Guy Davidi tey tjóðskaparligu uppáhald, sum vit oftast hoyra í miðlum og politikki.

Úrslitið er ein hugtakandi lýsing av teim ungu, ið doyggja alt ov tíðliga, og ein sannførandi greining av teim mongu maskum, ið propaganda hevur og kann fáa.

Í ísraelska herinum er hernaðarskyldan hjá monnum trý ár og knøpp tvey ár hjá kvinnum. Øll skulu í herin. Tí er umráðandi, at ikki bara tey ungu, men eisini næstrafólk teirra taka undir við krevjandi venjingunum. Men øll eru ikki samd um hesi viðurskifti.

”Innocence” er ognaður teim ungu, sum eftir slítandi kropsligu og sálarligu venjingarnar ikki bóru boð í bý. Frá reklamufilmum hjá herinum til tjóðarbyggjandi hetjusøgur, sum húski fortelja við døgurðaborðið.

Kendi danski filmsummælarin, Per Juul Carlsen, gav filminum fimm stjørnur í Kristeligt Dagblad og skrivaði, at ”Innocence” er ein serstakliga harðrendur krígsfilmur, men við lægstu ljóðstyrki. Júst tí er hann so sannførandi.

Filmsfelagið mikudagin 23/9 kl 20:00 Innocence (Guy David, Ísrael 2023, 100 min)

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

13 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

41 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

2 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

2 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

6 tímar síðan