info
Ongi úrslit

SMS: EB kopp­aði greipu­vinn­ar­u­num

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í kvøld. Í høllini á Hálsi suður eydnaðist tað EB at vinna 27-25 á verandi greipuvinnarunum, Kyndli. Í steðginum vóru eiðiskvinnur á odda 13-11.

Maria Fisker Stokholm var við átta málum toppskjútti hjá EB. Mynd: Eiðis Bóltfelag
Heri Á. Simonsen
16. september 2026 kl. 21:35

Bára Krossteig Hansen og Katrin Hansen vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Kyndli. Royndi danski leikarin, Maria Fisker Stokholm var við átta málum toppskjútti hjá EB.

Í Hoyvíkshøllini vann H71 31-27 á Stjørnuni. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 19-16.

Maria H. Weyhe var við 12 málum stórskjútti hjá H71. Við átta málum hvør vóru Mina Sirdal Henriksen og Sarah Spangsmand Madsen toppskjúttar hjá Stjørnuni.

Í høllini á Hálsi norður vann VÍF ein greiðan 33-21 sigur á Neistanum. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 16-8.

Við níggju málum var Anna Sigrunardóttir Mikkelsen toppskjútti hjá Neistanum. Við sjey málum var Rakul Borgarlíð Joensen toppskjútti hjá VÍF.

VÍF, Stjørnan, Neistin og H71 hava fýra stig hvør. H71 hevur leikt tveir dystir, meðan hini trý hava leikt tríggjar dystir hvør. EB hevur tvey stig, meðan Kyndil og StÍF hava fyrsta stigið til góðar í kappingini.

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dystunum í kvøld:

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

2 minuttir síðan
Tíðindi

Tekniskar avbjóðingar við vatninum við Gjógv

6 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

31 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

2 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

2 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

5 tímar síðan