info
Ongi úrslit

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

Mynd: FSF
Heri Á. Simonsen
17. september 2026 kl. 00:05

FSF skrivar:

- FSF Varpið hevur hitt Inga Jonhardsson úr Víkingi til eitt gonguprát um finaluna um Løgmanssteypið. Fryntligi leirvíkingurin spældi ein stóran leiklut fyri Víking, og skoraði millum annað fyrra málið í 2-0 sigrinum á KÍ

——————

Fyri 25 ára gamla Inga Jonhardsson úr Víkingi gjørdist steypafinalan ímóti KÍ fyri nøkrum døgum síðani nakað heilt serligt.

Ingi skoraði annað av málunum hjá Víkingi í 2-0 sigrinum, og ímóti dystarenda bjargaði hann á strikuna, so klaksvíkingar ikki fingu skapt spenning í dystin seinastu løtuna.

FSF Varpið hevur hitt Inga til eitt gonguprát um finaluna, og so vitja vit eisini sparkivøllin, har hann sum smádrongur legði grundarlagið undir sínar fótbóltsdreymar.

Í prátinum setir Ingi millum annað orð á, hvussu hann upplivdi málið.

– Tá eg sá, at vit stillaðu upp til akkurát hasa kombinatiónina, bleiv eg nervøsur og hugsaði, at eg má bara ikki detta um bóltin, fortelur Ingi við einum smíli.

Ingi datt ikki um bóltin. Ístaðin legði hann teir ljósabláu á odda og samstundis lunnar undir ein nýggjan steypasigur til Víking. Skrivar FSF.

HER ber til at síggja innslagið hjá FSF Varpinum:

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

21 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Roðin vil gera kommunurnar demensvinarligar

6 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

39 minuttir síðan
Tíðindi

Monet-málningur setti sølumet í París

51 minuttir síðan
Tíðindi

Árligar strandarlandasamráðingar í London

1 tími síðan
Tíðindi

Koyrdi 151 km/t – misti koyrikortið á staðnum

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta framúr gott mál móti Szeged (Champions League)

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

9 tímar síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

10 tímar síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

10 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

11 tímar síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

11 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

11 tímar síðan