info
Ongi úrslit

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

Grímur Sundstein
17. september 2026 kl. 12:52

Herfyri spurdi eg landsstýrismannin í samferðslumálum, Jacob Vestergaard, um framgongdina í málinum um tunnil til Vestmanna. Ætlanin var at fáa greiðu á, nær prosjekteringin verður liðug, um verklagslóg verður løgd fyri tingið, og um tunnilin verður raðfestur í komandi langtíðarætlanini.

Hetta skuldi vísa seg at vera ein størri spurningur enn so. Ja, tann heilt stóri til eina milliard.

Eins og í sendirøðini ’hvør vil vera millióningur’ eru fleiri svar í at velja. Er rætta svarið:

A) 550 milliónir krónur ? B) 715 milliónir krónur?

C) 800 milliónir krónur ? D) Umleið 1 milliard krónur?

Svarið er, at øll tølini finnast í sama svari frá landsstýrismanninum.

Landsverk hevur arbeitt við tveimum tunnilsloysnum. Ein tunnil úr Kvívík til Vestmanna er mettur at kosta 550 milliónir krónur, ella 715 milliónir við váðaískoyti [30%]. Tunnilin úr Leynum til Vestmanna er mettur at kosta 800 milliónir krónur, og við 30 % í váðaískoyti nærkast hann einari milliard.

Minni váði, meira kostnaður ?

Í november 2025 var sami tunnil mettur at kosta 600-900 mió. kr. við 40% váðaískoyti [429-643 mió. kr. uttan váðaískoyti]. Tá varð hildið fast við 40% váðaískoyti, hóast lendið er kent og fleiri tunnlar eru boraðir í økinum.

Til samanberingar er ikki roknað við sama váðaískoyti fyri Suðuroyartunnilinum, har borast skal í ókent lendi (bæði undir og yvir sjógvi). Harafturat eru fleiri onnur jarðfrøðilig, fíggjarlig og trygdarviðurskifti, sum framvegis eru ógreið, uttan at hetta speglast aftur í nøkrum ’váðaískoyti’.

Kanska er tað júst her, vit eiga at brúka lívlinjuna ’ring til ein vin’. Hesin møguleiki verður ofta brúktur, tá luttakarin stendur fastur á seinasta og truplasta spurninginum. Soleiðis er eisini við Vestmannatunlinum.

Men í hesum førinum hevði tað ikki verið ein verkfrøðingur ella ein jarðfrøðingur, vit ringdu til, men til fíggjarmálaráðharrin.

Tí tá øll tølini eru vend og snarað, og vit hava kjakast um, hvørt tunnilin kostar 600 milliónir, 800 milliónir ella 1 milliard kr., stendur ein spurningur eftir. Er nakar til reiðar at finna pengarnar?

Tosa vit um kostnaðin á sjálvum tunlinum, ella tosa vit um politiska prísin av at lata vera? Hvørja ávirkan hevur tað á ferðslu, trygd, vinnulív og menning í økinum, um verkætlanin verður útsett ferð eftir ferð?

Eini 1.300 fólk búgva í Vestmanna, so ein tunnil sparir milliónir í arbeiðstímum í minni koyring, bensini, viðlíkahaldi, kavarudding o.t. sum frá líður.

Vit kunnu gita um kostnaðir, gera metingar og kjakast um prosent í váðaískoytum, men at enda er bert ein persónur, sum situr við svarinum - fíggjarmálaráðharrin.

Veruligi spurningurin er, hvat tingfólk vilja játta

Tí veruligi milliardspurningurin er ikki, hvat tunnilin fer at kosta. Hann er, um landsstýri og løgting eru sinnað at játta pengarnar. Tað er fyrst, tá tann spurningurin verður svaraður við einum tali á fíggjarlógini, at vit kunnu leggja telefonina á og siga: ’Svarið er…!’

Eg fegnist um, at Jacob Vestergaard boðar frá, at arbeiðið heldur fram, og at málið er at hava fyrireikingarnar lidnar í 2027, so verkætlanin er klár at bjóða út, tá fígging fæst. Tað vísir, at vilji er til at flyta málið fram á leið.

Men ein tunnil verður ikki boraður bert av skitsum, ætlanum og góðum ynskjum. Fyrr ella seinni mugu pengar leggjast á borðið. Tí vóni eg, at vit longu í komandi fíggjarlóg síggja ítøkilig spor av góðum ætlanum.

Tá fáa vit svarið til tann veruliga milliardspurningin: Er Vestmannatunnilin ein politisk raðfesting, ella bara ein góð yvirskrift og eitt gott svar í eini spurnarkapping.

Grímur Sundstein, tingmaður fyri Fólkaflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Myndasøvn

Myndir: Býráðsfundur í Havn

18 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

43 minuttir síðan
Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

2 tímar síðan
Tíðindi

Ósemja um súkkl­u­breyt til Oyggja­leikir

2 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

2 tímar síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

3 tímar síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

3 tímar síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

4 tímar síðan
Tíðindi

ejsw UNIKA ejsw í Gallarí Havnará

4 tímar síðan
Tíðindi

Reyðgrøni vongurin vann tepurt í Svøríki

5 tímar síðan
Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini

5 tímar síðan