info
Ongi úrslit
Magdalena Andersson á valvøkuni hjá Socialdemokraterna sunnukvøldið. Socialdemokraterna gjørdist størsti flokkur á valinum, og andstøðuflokkarnir fáa tilsamans 176 av teimum 349 sessunum í Ríkisdegnum. Mynd: Jonas Ekströmer/Ritzau Scanpix

Reyðgrøni vongurin vann tepurt í Svøríki

Magdalena Andersson og andstøðan hava fingið 176 sessir í Ríkisdegnum móti 173 hjá Tidö-flokkunum. Ulf Kristersson hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum forsætisráðharri.

Eirikur Lindenskov
17. september 2026 kl. 13:30

Eftir fleiri dagar við sera javnari uppteljing er greitt, at svenska andstøðan við Socialdemokraterna á odda hevur fingið meirilutan av sessunum í Ríkisdegnum.

Andstøðuflokkarnir fáa 176 av teimum 349 sessunum, meðan Tidö-flokkarnir, sum hava verið grundarlagið undir borgarligu stjórnini hjá Ulf Kristersson, fáa 173. SVT vísir somu mandatbýting við støði í tølum frá svenska Valmyndigheten.

Socialdemokraterna hjá Magdalenu Andersson gjørdist størsti flokkur við 28 prosentum av atkvøðunum og 99 tinglimum. Moderaterna hjá Ulf Kristersson fekk knappliga 20 prosent og 70 tinglimir.

Úrslitið merkir, at Ulf Kristersson hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum forsætisráðharri. Sambært Ritzau hevur hann almannakunngjørt mynd av fráfaringarumbøn síni á X.

Stjórnin hjá Kristersson hevur verið mannað av Moderaterna, Kristdemokraterna og Liberalerna, meðan Sverigedemokraterna hevur verið stuðulsflokkur. Hesir fýra flokkarnir verða nevndir Tidö-flokkarnir.

Hinumegin standa Socialdemokraterna, Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet. Tey hava tilsamans 176 sessir: Socialdemokraterna 99, Vänsterpartiet 30, Centerpartiet 25 og Miljöpartiet 22.

Úrslitið er sostatt øvugt av valinum í 2022. Tá fekk stjórnargrundarlagið hjá Kristersson 176 sessir og mótstøðusíðan 173.

Tað er kortini ikki sjálvvirkandi greitt, hvussu ein nýggj svensk stjórn verður skipað. Nývaldi Ríkisdagurin kemur saman 28. september og velur tingformann. Síðani kann arbeiðið við at fáa eina nýggja stjórn upp á pláss av álvara byrja.

Magdalena Andersson var forsætisráðfrúa frá 2021 til 2022 og er nú aftur í miðdeplinum í samráðingunum um komandi stjórn.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Myndasøvn

Myndir: Býráðsfundur í Havn

17 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj vi­tlíkis­strategi fyri und­ir­vís­ing­ar­geir­an løgd fram

42 minuttir síðan
Tíðindi

Ein milliard manglar longu um 10 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Skeyt við riflu við bátabrúgvar í Nuuk

2 tímar síðan
Tíðindi

Ósemja um súkkl­u­breyt til Oyggja­leikir

2 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan í Havn bilfrí í tveir mánaðir

2 tímar síðan
Tíðindi

Stór menning í Skálavík

3 tímar síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

3 tímar síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

4 tímar síðan
Tíðindi

ejsw UNIKA ejsw í Gallarí Havnará

4 tímar síðan
Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

6 tímar síðan