info
Ongi úrslit

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

Býráðið í Havn hevur endaliga samtykt at steingja Niels Finsens gøtu frá Káta Horninum til og við Vaglið fyri almennari bilferðslu í desember í ár og juli næsta ár.

Eirikur Lindenskov
23. oktober 2026 kl. 11:23

Fólk skulu fáa betri rúm at ganga og steðga á í miðbýnum í Havn.

Tað er endamálið við einari roynd, sum Tórshavnar býráð samtykti við aðru viðgerð á fundinum í gjár. Gongugøtan verður stongd fyri almennari bilferðslu í desember 2026 og juli 2027.

Avgerðin varð samtykt við 11 atkvøðum fyri og tveimum ímóti. Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen atkvøddu ímóti.

Tiltøk skulu skapa lív í gøtuni

Ætlanin er at nýta gongugøtuna til tiltøk og uppihald, meðan hon er bilfrí. Visit Tórshavn skal samskipa átøkini og kunna og hoyra vinnuna í miðbýnum.

Í málslýsingini verður dentur lagdur á, at tað ikki er nóg mikið bert at steingja fyri bilum. Virksemi skal eisini vera í gøtuni, sum fær fólk at leita oman í býin.

Kommunan vísir í hesum sambandi á royndirnar frá Vágsbotni í 2022, tá ein samskipari skipaði fyri tiltøkum á torginum saman við Visit Tórshavn. Sambært málslýsingini vóru royndirnar góðar.

300.000 krónur verða fluttar frá játtanini til fríðkan av býnum til vinnutiltøk í sambandi við »Jól í miðbýnum«. Fígging til átakið næsta summar skal raðfestast á fíggjarætlanini fyri 2027.

Vørukoyring skal framvegis bera til

Hóast gøtan verður bilfrí, skulu handlar og annað virksemi framvegis kunna fáa vørur.

Økið skal skipast soleiðis, at vøruvognar sleppa framat ávís tíðarskeið á degnum. Eisini skulu hýruvognar hava møguleika at tæna borgarum á Vaglinum, og øki verður sett av til teirra virksemi millum ráðhúsið og Havnará.

Ætlanin var upprunaliga at royna bilfría miðbýin longu í summar. Hetta varð tó útsett, tí tíðin til fyrireikingar var ov stutt, og byggiarbeiði var í miðbýnum.

Eftir royndartíðarskeiðini skal átakið eftirmetast.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri deyð í hørðum jarðskjálvta í Tibet

0 minuttir síðan
Tíðindi

Keypspen­ing­ur­in varð ongan­tíð gold­in – nú sleppa Bú­staðir framat

1 tími síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

1 tími síðan
Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

2 tímar síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

4 tímar síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

4 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

4 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

5 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

5 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

6 tímar síðan