info
Ongi úrslit

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

Kostnaðurin fyri útiøkið við nýggja ferðafólkaterminalin er nú mettur til 27,8 milliónir krónur. Meirilutin í havnanevndini finst at ráðgevingini og projekteringini. Málið varð tikið av skránni á býráðsfundinum í gjár.

Eirikur Lindenskov
23. oktober 2026 kl. 12:28

Útiøkið kring nýggja ferðafólkaterminalin á molanum í Havn verður munandi dýrari enn ætlað.

Nýggjasta kostnaðarmetingin er 27,8 milliónir krónur samanborið við tær 19,6 milliónirnar, sum arbeiðið upprunaliga varð mett at kosta. Tað er ein dýrkan á 8,2 milliónir krónur, svarandi til umleið 42 prosent.

Og kostnaðurin fyri skelting kemur afturat. Hesin parturin er ikki liðugt prosjekteraður og er tí ikki við í metingini.

Hetta sæst í tilfarinum til býráðsfundin hjá Tórshavnar kommunu, sum var í gjár.

Dýrkar hóast sparingar

Byggileiðslan boðaði á fundi 8. oktober og í telduposti 12. oktober frá, at útiøkið verður dýrari enn áður mett.

Sambært málslýsingini er roynt at spara, har tað varð mett ráðiligt. Millum tillagingarnar eru færri kantsteinar, minni av benkrum, ruskspannum og súkkluhaldarum og ein onnur loysn við ljósmastrum. Grøn øki og runnar eru eisini tikin úr ætlanini.

Kortini er kostnaðurin vaksin munandi.

Kommunan vísir serliga á meira avgrevstur og burturkoyring av tilfari, størri asfaltarbeiði enn upprunaliga ætlað og eina meira umfatandi og dýrari trygdar-, el- og ljósskipan.

Bað um 8,535 milliónir aftrat

Stjórin í Tórshavnar havn mælti til at flyta tilsamans 8,535 milliónir krónur til verkætlanina. Av hesum skuldu 8,160 milliónir takast av tøkum løgukarmi hjá havnini og 375.000 krónur av avlopinum frá niðurtøkuni av svarta pakkhúsi.

Í málslýsingini verður ávarað um, at neyðugt er at fáa fíggingina upp á pláss, so hesin parturin av arbeiðinum ikki steðgar og harvið kann gerast enn dýrari.

Meirilutin í havnanevndini – Birgir Nielsen, Heðin Mortensen, Guttormur í Skála og Kári Johansen – tók undir við tilmælinum. Tó settu teir sum treyt, at støðlaøkið eisini verður asfalterað fyri umleið 2,5 milliónir krónur, sum skulu játtast av løgukarminum hjá havnini í 2027.

Finst at ráðgevingini

Meirilutin í havnanevndini gjørdi samstundis vart við, at tað eftir teirra meting ikki er rætt, at Tórshavnar havn skal gjalda vegna ónøktandi ráðgeving og projektering av verkætlanini, sum havnin onga ávirkan hevur á.

Anja Weyhe tók ikki undir við tilmælinum. Hon vísti á, at verkætlanin er dýrkað sera nógv, samstundis sum pengar ikki eru at finna hjá Tórshavnar havn til at gera havnaøkið á Oyrareingjum liðugt.

Fíggjarnevndin umrøddi málið 22. oktober, men útsetti tað. Á býráðsfundinum sama dag varð málið tikið av skránni.

Býráðið hevur sostatt ikki góðkent umbønina um tær 8,535 milliónirnar aftrat.

Fakta
Molin er ein felags byggiverkætlan hjá Tórshavnar havn og Smyril Line. Bygningurin rúmar ferðafólkaterminali til Tórshavnar havn og pakkhúsi og skrivstovum til Smyril Line. Smyril Line stendur fyri byggiverkætlanini, meðan Tórshavnar havn rindar fyri sín part.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Keypspen­ing­ur­in varð ongan­tíð gold­in – nú sleppa Bú­staðir framat

59 minuttir síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

1 tími síðan
Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

1 tími síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

4 tímar síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

4 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

4 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

5 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

5 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

7 tímar síðan