Landsverk hevur arbeitt við tveimum møguligum loysnum til ein tunnil til Vestmanna.
Onnur loysnin er ein 4,2 kilometrar langur tunnil millum Kvívík og Vestmanna. Hin er ein 6,2 kilometrar langur tunnil millum Leynar og Vestmanna.
Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Grími Sundstein, løgtingsmanni.
Ein tunnil millum Kvívík og Vestmanna verður mettur at kosta 550 milliónir krónur. Verður eitt váðaískoyti á upp í 30 prosent lagt afturat, verður kostnaðurin 715 milliónir krónur.
Loysnin millum Leynar og Vestmanna verður mett at kosta 800 milliónir krónur. Við sama váðaískoyti fer kostnaðurin upp um eina milliard krónur.
Tvær linjuføringar eru á borðinum. Ein úr Kvívík, har tunnilin er 4,2 km langar. Hon úr Leynum, har tunnilin er 6,2 km langur
Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar av báðum møguleikunum. Sambært Landsverki verður farið undir sjálva projekteringina, tá avgerð er tikin um, hvør loysn skal veljast.
Jacob Vestergaard sigur, at verkætlanin verður boðin út, tá tunnilin er liðugt fyrireikaður og pengar eru játtaðir. Tá tilboðini eru komin inn og kostnaðurin er kendur, verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið.
Landsstýrið arbeiðir í løtuni við einari íløguætlan fyri árini 2027 til 2036. Árligi íløgukarmurin verður umleið 600 milliónir krónur næstu árini.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað verður trupult at raðfesta íløgurnar, tí tørvurin er stórur bæði á samferðsluøkinum og á flestu øðrum málsøkjum.
Lesið eisini: Ein milliard? Nei, 600–650 milliónir
Á fíggjarlógini í ár er peningur játtaður til at fyrireika tríggjar tunlar umframt Tjørnuvíkartunnilin, sum er liðugt fyrireikaður.
Jacob Vestergaard ætlar at virka fyri, at allar fyrireikingarnar til Vestmannatunnilin kunnu gerast lidnar í 2027. Síðani kann verkætlanin bjóðast út, tá pengar verða játtaðir til endamálið.