info
Ongi úrslit

Kodio – tí tað er lætt

- Vit eru spent upp á framtíðina. Vit eru við í einum geira, sum er í støðugari menning - og vit eru klár til at fylgja við. Vit óttast ikki fyri, at vitlíki skal gera okkum arbeiðsleys, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio

Vilmund Jacobsen
7. juli 2026 kl. 09:13

Hevur tú tørv á einum intraneti, heimasíðu ella einum grafiskum samleika?
So er Kodio til reiðar við tí røttu og løttu loysnini.
Røturnar ganga heilt aftur til 2003, tá ið Krea byrjaði sítt virksemi á einari skrivstovu í Runavík. Brøðurnir, Jaspur og Reimund Langgaard, keyptu Krea í 2015, og í 2024 legði felagið saman við Kodio. Í dag starvast útvið 20 fólk í felagnum.

Meðan intranet og lýsingarvirksemi eyðmerkti Krea, arbeiddi Kodio meira burturav við heimasíðum - og mentu sína egnu heimasíðuskipan. Skipanin er væl umtókt, serliga av tí, at brúkarin ger broytingar á síðuni sjálvari við at klikkja á tann partin, hann vil broyta, goyma tað - og broytingin er gjørd.

- Vit byrjaðu at menna intranet afturi í 2016, og tað vísti seg at vera góð undirtøka, bæði í Føroyum og uttanlands. Í dag hevur Intra 550 kundar og umleið 40.000 brúkarar, bæði í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Tað sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio. 

Grønland hevur verið ein sólskinssøga hjá felagnum, tí har hava fleiri størri og smærri kommunur valt at brúka skipanina, bæði til kommununa sjálva - og til skúlar, barnagarðar og annað.

Ein orsøk til góðu undirtøkuna er, at øll skipanin er týdd til grønlendskt - og kennist tí heimlig og fjálg hjá grønlendingum.

Intranet parturin í Danmark er sín egna søga við tað, at felagið keypti eitt verandi virki, sum er serliga ætlað læknastovum. Í dag hevur tann parturin 350 kundar og 20.000 brúkarar.

Nýggj útgáva av Intra ávegis 

Vit eru í gongd við at gera eina nýggja útgávu av Intra. Hetta er ein stór verkætlan, tí tað er vorðið so stórt við tíðini, men vit gera tað stig fyri stig. Nýggja útgávan verður smidligari, snøggari, meira nútíðarhóskandi og sjálvandi tøk sum telduútgáva og sum ein app, sigur Jaspur Langgaard.

Keyptu Terminal
Seint í 2025 keypti Kodio felagið Terminal, sum er ein føroyskur heildarveitari av gjaldsloysnum.

Terminal arbeiðir við gjaldsloysnum, skipanum, terminalum og gjaldskortavtalum. Felagið hevur drúgvar royndir innan yrkið og eru eitt nú Verifone, Swedbank, og Vibrant samstarvsfelagar í Føroyum. 

##med2##

Sum ein av fremstu aktørum á gjaldsmarknaðinum, leggur Terminal dent á at veita loysnir, ið skapa virði og gagn fyri teirra kundar. Terminal hevur veitt føroyskum fyritøkum fleiri enn 2000 gjaldsloysnir.

Klár til framtíðina 

Vit eru spent upp á framtíðina. Vit eru við í einum geira, sum er í støðugari menning - og vit eru klár til at fylgja við. Vit óttast ikki fyri, at vitlíki skal gera okkum arbeiðsleys. Fyri okkum er tað bara eitt amboð, sum ger okkum dagin lættari. Sniðgevingin er heldur ikki í nøkrum vanda, tí vit síggja, at fólk seta enn stóran prís uppá, at búmerki og sniðgeving eru væl gjørd og gjøgnumhugsað - og gjørd við menniskjaligum kenslum og føroyskum brúkarum fyri eyga, leggur Jaspur Langgaard aftrat.

##med3##

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

5 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

21 minuttir síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

27 minuttir síðan
Tíðindi

Stoltenberg sigur starvið frá sær í München

31 minuttir síðan
Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

43 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

47 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

54 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

57 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

1 tími síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan