info
Ongi úrslit

- Eg eri eyðmjúkur um møguleikan

- Nú er frástøðan ikki nøkur forðing longur fyri at velja okkara kommunu, og vit vóna, at hetta fer at síggjast aftur í ávísum fólkavøkstri, Karl Vilhelm Hansen, borgarstjóri

Vilmund Jacobsen
26. november 2025 kl. 12:22

- Eg havi altíð verið áhugaður í kommunalum viðurskiftum, men havi ongantíð hugsað so ítøkiliga um at stilla upp – ikki fyrr enn í ár. Tað var heldur ikki dreymurin at gerast borgarstjóri, men at fáa møguleikan at gera mína ávirkan galdandi. Nú eg endaði sum fyrst valdur, og borgarstjórasessurin stóð mær í boði – ja, so tók eg sjálvandi av.

Soleiðis segði Karl Vilhelm Hansen fyri umleið einum ári síðan, tá hann var nývaldur borgarstjóri í Hvannasunds kommunu og tók við hin 1. januar í ár.

Ógvuliga spennandi
Men, hvussu hevur maðurin so trivist í borgarstjórastarvinum, sum í Hvannasunds kommunu er fulltíðarstarv?
- Jú, eg haldi, at hetta hevur verið ógvuliga spennandi, og eg havi lært ymisk á vegnum í hesum árinum. Eg havi trivist ógvuliga væl, og eg havi tímað hetta væl. Hetta er nýtt fyri meg, men mær dámar nokso væl at “nørdast” við nøkrum tingum, sum hann brosandi tekur til.
Karl Vilhelm sigur, at hann er eyðmjúkur um at hava fingið hetta høvi.
- Síðan eg gjørdist borgarstjóri, havi eg havt nóg mikið at tikist við. Hóast kommunan ikki telist millum tær stóru, eru altíð fleiri mál, sum koma upp at venda – og sum ein loysn skal finnast á.
Í nýggja bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu eru øll nývald. Tað er bara ein av bygdaráðslimunum, sum hevur sitið í bygdaráðnum áður, og tað er fyri fleiri árum síðan. Síðan er ein bygdaráðslimur, ið sat sum varalimur í undanfarnu setu.
- Tí kunnu vit siga, at vit øll eru nývald, og tað stuttliga er, at øll hava sínar dreymar um, hvussu vit kunnu gera kommununa til eitt enn betri stað at liva og virka í.
Karl Vilhelm sigur, at øll í bygdaráðnum eru ovurfegin um nýggju tunlarnar Norður um Fjall, sum hava gjørt alt nógv lættari.
- Nú er frástøðan ikki á nakran hátt nøkur forðing longur at velja okkara kommunu, og vit vóna, at hetta fer at síggjast aftur í ávísum fólkavøkstri, sum tíðin gongur. Nú tekur tað onga tíð at koyra millum Klaksvík og okkara kommunu.

Eisini íbúðarbygging
Borgarstjórin vísir á, at ein nýggj útstykking er gjørd Undir Gerðhamri í Hvannasundi, har møguleikar eisini eru skaptir fyri íbúðarbygging.
- Vit hava boðið tvey størri stykkir út til íbúðarbygging, og hesi bæði stykkini eru umbiðin, tó at sáttmáli ikki er undirskrivaður. Her eru eisini skaptir møguleikar fyri nøkrum sethúsum, leggur hann aftrat.
Í løtuni eru eini tvey sethús í gerð í kommununi, eitt í Hvannasundi og eitt í Norðdepli, tó at borgarstjórin kundi hugsað sær, at enn meira ferð kom á sethúsabyggingina.
- Eg vænti, at sum tíðin gongur, fer meira ferð at koma á, og vit eru sjálvsagt eisini spent upp á ætlaðu raðhúsabyggingina, sigur Karl Vilhelm. 
Hvannasunds kommuna er ein av fáum kommunum í Føroyum, sum einki dagstovnagjald krevur frá familjum, sum hava børn á stovninum, Imba og frítíðarskúlanum á Fossanesi, sum liggja í sama umhvørvi.
Neyvari sagt, eru tað – okkum kunnugt – bara Kvívíkar kommuna og Hvannasunds kommuna, sum ikki krevja dagstovnagjald frá barnafamiljum.
- Vit hava heldur ongar ætlanir um at leggja gjald á aftur, sigur borgarstjórin, sum fegnast um, at kommunan hevur møguleikan at lata barnafamiljum henda lætta.

Giftur í Hvannasundi
Karl Vilhelm Hansen er klaksvíkingur, giftur og búsitandi í Hvannasundi, og hevur verið lærari á Fossanesi í nøkur ár.
- Eg eri tilflytari í Hvannasundi og flutti norður higar at búgva fyri góðum 10 árum síðan. Konan, sum er Elsebeth, er úr Hvannasundi, og vit hava trý børn. Saman eiga vit tvær gentur, sum eru føddar í 2014 og 2016, og hon átti ein son, sum er føddur í 2007, tá vit komu saman.  
Tá Karl Vilhelm hevði fingið læraraprógv á sumri í 2018, fekk hann beinanvegin eitt farloyvisstarv í skúlanum á Fossanesi. Tey næstu árini noyddist hann at søkja leys størv á skúlanum á hvørjum ári, til hann fekk fast lærarastarv á skúlanum.  

##med2##
Eftir barnaskúlan fara næmingarnir í Hvannasunds kommunu í framhaldsskúla á Skúlatrøð í Klaksvík, og hóast hann er nýggjur í kommunalpolitikki, heldur komandi borgarstjórin, at hetta er eitt gott skúlasamstarv.
- Vit hava góð og lutfalsliga nýggj spælipláss bæði í Hvannasundi og Norðdepli, sum eg haldi, at øll eru ógvuliga glað fyri, og vit hava sparkivallir í báðum teimum størru bygdunum. Við skúlan á Fossanesi er sparkivøllur, og barnahúsið IMBA hevur sjálvsagt eisini spælipláss til børnini.

Her er nógv gott

Karl Vilhelm Hansen er sannførdur um, at har børnini hava tað gott, hava foreldrini tað eisini gott og trívast.
- Jú, eg haldi, at her er nógv gott komið í kommununi, og vit fara sjálvsagt at byggja víðari á alt tað góða, sum er, og vónin er sjálvsagt, at fólkatalið fer at veksa, og at barnatalið eisini verður væl størri, enn tað er í dag, sigur hann.
 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

5 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vilja styrkja samskiftið við lokala vinnulívið

18 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ótrúliga langskotsmálið hjá Geza er millum fimm tey bestu

30 minuttir síðan
Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

54 minuttir síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

1 tími síðan
Tíðindi

Stoltenberg sigur starvið frá sær í München

1 tími síðan
Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

1 tími síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

1 tími síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

1 tími síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

2 tímar síðan