info
Ongi úrslit

Nýtt virksemi í bygninginum hjá Thomas Dam á Hálsi

11. apríl letur Djórahandilin upp í nýggjum flottum hølum í bygninginum hjá Thomas Dam á Heykavegi 3. 

Lýsingargrein
10. apríl 2026 kl. 22:51

Nú Rúsan skal flyta inn í bygningin hjá Posta, har Djórahandlin hevur búleikast í nógv ár, leitaði Hjørdis Fríða Gregersen eigari av Djórahandlinum eftir nýggjum hølum á Hálsi. Vit høvdu júst fingið uppsøgn frá Sheep, sum í nógv ár leigaði handilshøli frá okkum, sigur Bjørg Dam frá Thomas Dam, so tað passaði so sera væl, at Djórahandilin yvirtók tey hølini. 

Djórahandilin hevur við eksotiskum skriðdjórum, gnagdjórum, akvariufiskum og alsyns tilhoyri til kelidjór ein sera spennandi og serstakan handil í Føroyum. Við stórum fjølbroyttum kundaskara og útatventum virksemi halda vit, at Djórahandilin gevur gott íkast til restina av virkseminum í bygninginum, sum liggur sera sentralt á Hálsi.

Eigararnir av HAPS yvirtóku í fjør Bowlinghøllina og hava síðan tá dagført bowlingbanarnar og sett hølini í stand saman við Thomas Dam. Í august í fjør flutti matstovan HAPS inn í bygningin.  Seinni kom eisini vældámda døgurðabuffettin hjá Pizza 67 inn í ljósu og nýumvældu hølini. So um tað er ein búffur, ein burgari um kvøldið ella ein pizzabuffet gerandisdagar á miðdegi, so er Heykavegur 1 staðið at vitja.

Handilin hjá Thomas Dam á Hálsi við heil- og smálsølu av hegni, urtagarðsamboðum, køks- og veitsluvøru fær í løtuni eisini eina dagføring. Bygningurin er umlagdur til grønan fjarhita, vit gera eitt spennandi showroom til vinnuna og so eru tær +6000 vørurnar nú eisini tøkar í netbúðini thomasdam.fo.
Thomas Dam & Co varð stovnað í 1946 av hjúnunum Mariu og Thomas Dam av Argjum og nú er tað 3.ættarlið, ið hevur dagligu leiðsluna av familjufyritøkuni, sum fyllur 80 ár seinri í ár. 

Í samband við upplatingina 11.apríl letur Djórahandilin 20% avsláttur uppá hópin av vøru, Haps letur 10% avsláttur millum kl. 13-16 og Thomas Dam á Hálsi letur 20% av veitsluvørum við djóramotivum, fullum rullum av høsnaneti og kaninhegni. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

5 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

21 minuttir síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

27 minuttir síðan
Tíðindi

Stoltenberg sigur starvið frá sær í München

31 minuttir síðan
Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

43 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

47 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

54 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

57 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

1 tími síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan