Í dag fyllir Sanna Petersen á Sandi, fødd Kjærbo í Skopun, áttati ár, og hvør skuldi trúð, at henda snøgga og raska kvinna nú er komin uppí henda aldur?
Tá eitt av ommubørnunum hjá henni fyrr í heyst fekk at vita, at Sanna verður 80, tá hon fyllir næstu ferð, segði hin 15 ára gamla:
- 80? Tað kann ikki passa. Hon sær út til at vera 54…!
Jú, Sanna ber aldurin sera væl, og ein orsøkin er uttan iva hennara fríska, glaða og positiva lyndi.
Sanna arbeiddi í mong ár innan eldraøkið í Sandoynni, og við sínum nærlagni, arbeiðssemi og kærleika til onnur menniskju tænti hon teimum gomlu og avvarðandi bæði væl og leingi.
Hon var har, tá fyrsta eldrasambýlið í Sandoynni sá dagsins ljós í Húsavík, og hetta var, áðrenn almennu eldrastovnarnir vórðu bygdir og tiknir í brúk, ávikavist á Sandi, Skálavík og Skopun seint í nítiárunum.
Á Áargarði, sum er nærmasti granni hjá henni og Thomasi á Sandi, eigur hon mong fetini, eins og hon í sínum arbeiði var úti í økinum og tók hond um tey gomlu og veiku.
Tey seinastu árini av hennara virkna arbeiðslívi arbeiddi hon á tilhaldinum fyri minnisveik, Stjørnulon í Havn, og hetta var, meðan Teistin enn var farleiðin um Skopunarfjørð.
Og her eigurin hon nógvar túrar um fjørðin.
Í heiminum hjá Sannu og Thomasi í Miðgøtu 9 á Sandi hava mong sitið bæði heitt og fjálgt og fingið ein góðan drekkamunn, nátturðabita ella døgurðabita, og her er altíð hugnaligt at koma, eins og hjartarúmið er stórt.
Børnini hjá Sannu og Thomasi hava havt ein tryggan og góðan uppvøkstur, og tá ommubørn og seinni langommubørn komu, vóru hesi líka so hjartaliga vælkomin, sum øll onnur, ið hava staðið Sannu og Thomasi nær.
Sanna hevur altíð givið sær góðar stundir til familju, vinir og kenningar, og hon hevur dugað betur enn tey flestu at hildið sambondini við líka.
Mong kundu lært av hennara kærleika til onnur menniskju og lært, at ein stórur partur av lívinum eisini er at vera nakað fyri onnur - at halda saman um familjuna og at vitja vinir og kenningar, sum standa einum nær.
Sanna hevði í sínari tíð sunnudagsskúla við børnum í Sion á Sandi, og hon hevur havt sunnudagsskúla í Vón í Skopun.
Her hevur hon fortalt søgur, og her hevur hon fortalt børnum um Guðs orð, eins og sangur altíð hevur verið ein náttúrligur partur av hennara lívi.
Sanna hevur eisini verið ófør - bæði einsamøll og saman við øðrum - at vitja á møtum og eldrasambýlum við guitara og sangi.
Seinnu tíðina hevur hon javnan vitjað á gátt í Tilhaldinum á Sandi, har tey hugna sær saman - við kaffi, køkum, góðum práti og við eitt nú at spæla sjavs.
Lívið hjá Sannu hevur í fyrsta lagi verið maðurin, Thomas, familja, vinir og kenningar, sum hon vitjar regluliga.
Tað er altíð nakað serligt at vera har, sum Sanna er - bæði í hugnaliga heiminum hjá henni og Thomasi á Sandi, og tá hon kemur á vitjan.
Árini eru nú vorðin áttati, men tað er so eiðasørt, at tað sæst á henni.
Nú føðingardagurin verður hildin saman við familjuni í dag, gleða vit okkum at heilsa henni.
Hjartaliga tillukku við degnum, Sanna!