Um hálvgum ellivutíðina í gjáramorgunin snaraði ein bilførari av Ringvegnum inn í Varðagøtu. Sólin blendaði hann, og hann sá ikki ein bil, sum skuldi úr Varðagøtu út á Ringvegin. Bilarnir stoyttu saman.
Sambært løgregluni var talan um eitt lítið ferðsluóhapp. Førarin, sum snaraði inn í Varðagøtu, varð skuldsettur fyri at hava ligið skeivt á vegnum. Vaktleiðarin sigur, at brotið gevur klipp í koyrikortið.
Løgreglan hevur eisini havt eitt annað ferðsluóhapp herfyri, har sólin blendaði ein førara. Hesa ársins tíð stendur sólin lágt allan dagin, og vaktleiðarin heitir á bilførarar um at brúka sólskermin og vera eyka varin. Sær ein førari einki, má hann steðga.