ST-veðurlagstoppfundurin COP31 skuldi enda fríggjadagin, men samráðingarnar hildu fram til í dag. Tá fundurin endaði, vóru londini framvegis ósamd um mest týðandi partarnar av eini felags avtalu, skrivar Ritzau.
Turkaland og Avstralia, sum vóru vertir fyri toppfundinum, løgdu fleiri uppskot fram í royndini at finna eina semju. ES helt fast við, at ein avtala mátti viðurkenna leiklutin hjá fossilum brennievnum í veðurlagsbroytingunum og nevna, at nýtslan av teimum skuldi stigvíst takast av.
Írski veðurlagsráðharrin, Darragh O’Brien, boðaði á felagsfundinum vegna írska ES-formansskapin frá, at ES ikki kundi taka undir við seinasta uppskotinum.
– Vit fara ikki at góðtaka, at samráðingarnar flyta okkum aftur í tíð. Og vit fara ikki at góðtaka ein veðurlagstoppfund, sum grønvaskar fossil brennievni, segði hann sambært Ritzau.
Útsøgnin varð fagnað við lógvabrestum í salinum. Panama tók eisini orðið og boðaði frá, at landið ikki kundi taka undir við uppskotinum.