Í skjótt 100 ár hevur Sosialurin sagt søgurnar úr føroyska samfelagnum á føroyskum. Nú kanst tú fáa allar greinarnar á in.fo, lesa Sosialin sum e-blað, fáa prentaða blaðið heim og leita í Føroya drúgvasta talgilda tíðindasavni. Og tað er bæði lætt og ómakaleyst at gerast haldari.
24. mai í 2027 verða 100 ár liðin, síðani Sosialurin kom út á fyrsta sinni.
Í nærum eina øld hevur blaðið fylgt føroyska samfelagnum. Frá fiskivinnu og politikki til mentan, ítrótt, vinnulív og gerandislív. Frá stórum søguligum hendingum til søgurnar um vanlig fólk og teirra lív.
Og alt hetta hevur verið skrivað á føroyskum.
Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum hava sjálvstøðugar tíðindamiðlar, sum siga okkara egnu søgur á okkara egna máli.
Føroyskur journalistikkur er ikki bara tíðindi. Hann er eisini ein partur av okkara máli, mentan, fólkaræði og felags søgu.
Sum haldari fært tú atgongd til fleiri enn 11.000 útgávur av Sosialinum, heilt aftur til fyrsta blaðið í 1927
Føroya drúgvasta talgilda tíðindasavn
Eitt tað serligasta við Sosialinum er søguliga blaðsavnið.
Í savninum kanst tú lesa Sosialin heilt frá fyrstu útgávuni í 1927 og til og við 2020.
Frá 2021 og fram til nýggjasta blaðið eru útgávurnar tøkar í vanligu talgildu haldaraskipanini.
Tað merkir, at tú sum haldari kanst ferðast gjøgnum 100 ár av føroyskari søgu.
Her kanst tú finna gamlar greinar um tína heimbygd, familju, arbeiðspláss, politiskar hendingar, ítrótt, mentan og nógv annað.
Tú kanst lesa, hvussu fólk hugsaðu og skrivaðu fyri 20, 50 ella 90 árum síðani.
Eingin annar føroyskur tíðindamiðil hevur í løtuni eitt líka drúgvt talgilt tíðindasavn tøkt á netinum.
Og tað besta er, at savnið er við í haldinum hjá Sosialinum.
Tú kanst eisini tekna hald bara av søguliga savninum fyri 25 krónur um mánaðin.
Les eisini blaðið á pappíri
Vit liva í einari tíð, har nógv av tí, sum vit lesa, er á skíggjum.
Tíðindi koma á fartelefonina allan dagin. Vit lesa yvirskriftir, skrolla víðari og fara skjótt til næstu søgu.
Men tað er eisini nakað serligt við at seta seg niður við einum prentaðum blað.
Við Sosialinum í hondunum kanst tú lesa í friði, uttan boð, fráboðanir og annað, sum órógvar á skíggjanum.
Tú kanst lesa eina heila samrøðu, eina reportasju ella eina bakgrundsgrein og fáa meira burtur úr søguni enn bara eina skjóta yvirskrift.
Og tað eru ikki nógvir møguleikar eftir at lesa føroyskar tíðindagreinar í einum prentaðum blaði.
Tí halda vit, at tað hevur stóran týdning at varðveita Sosialin á pappíri.
Les Sosialin saman við børnunum
Vit vilja eisini eggja føroyskum familjum til at gera blaðlestur til ein felags vana.
Hví ikki seta seg við Sosialinum um vikuskiftið og lesa eina grein upp fyri børnunum?
Tað kann vera ein søga um ítrótt, eitt áhugavert fólk, eina hending í heimbygdini ella okkurt, sum er hent úti í heimi.
Tað týdningarmesta er ikki, hvørja grein tit velja, men at tit lesa saman, tosa um tað, sum stendur, og geva børnunum møguleika at spyrja.
At lesa og tosa um tekstir saman kann vera við til at styrkja orðfeingið, lesifatanina og áhugan fyri føroyska málinum.
Samstundis læra børnini at fylgja við í samfelagnum og skilja, hvat hendir rundan um tey.
Tað er ein góður vani at geva víðari.
Og tað er ein løta saman, har fartelefonin ikki noyðist at vera í miðdeplinum.
Meira tilfar á in.fo – eisini serliga til haldarar
In.fo hevur higartil verið ein opin tíðindamiðil, har øll hava kunnað lisið tíðindini ókeypis. Soleiðis verður tað eisini framvegis við stórum parti av tíðindunum.
Men nú eru vit farin at bjóða serligar haldaragreinar á in.fo.
Tað merkir, at ávísar greinar eru ætlaðar teimum, sum hava hald av Sosialinum. Hevur tú hald, kanst tú eisini lesa hesar greinarnar.
Hetta er eitt stig í menningini av in.fo.
Vit vilja nevniliga gera meira sjálvstøðugt tíðindatilfar til in.fo, sum ikki neyðturviliga verður prentað í Sosialinum.
Tað kunnu vera serligar samrøður, reportasjur, bakgrundsgreinar, kannandi journalistikkur og annað tilfar, sum vit vilja geva okkum betri tíð at arbeiða við.
Á henda hátt verður in.fo ikki bara staðið, har tú fært skjótastu tíðindini, men eisini ein miðil, har tú sum haldari kanst fáa meira at vita og fara meira í dýpdina.
Við einum haldi fært tú sostatt bæði Sosialin og atgongd til serligu haldaragreinarnar á in.fo.
Alt hetta fyri 80 krónur um mánaðin
Eitt nethald av Sosialinum kostar 80 krónur um mánaðin.
Við haldinum fært tú:
Allar greinarnar á in.fo
Sosialin sum e-blað hvønn útgávudag
Talgildu bløðini frá 2021 og fram til nýggjastu útgávuna
Atgongd til søguliga savnið frá 1927 til og við 2020
Tíðindi, ítrótt og myndasøvn
Tú kanst eisini velja eitt ársfjórðingshald fyri 225 krónur ella eitt árshald fyri 850 krónur.
Fá Sosialin bornan heim
Vilt tú eisini hava prentaða Sosialin, kanst tú velja eitt samlað blað- og nethald.
Tá fært tú blaðið borið heim, samstundis sum tú hevur atgongd til allar talgildu tænasturnar.
Eitt ársfjórðingshald kostar 378 krónur, og eitt árshald kostar 1.349 krónur.
Tað merkir, at tú kanst hava Sosialin liggjandi á borðinum heima, lesa blaðið saman við familjuni og samstundis fylgja við á in.fo, tá tú ert á ferð.
Nýggj app og vikuhald á veg
Vit arbeiða eisini við einari nýggjari app til Sosialin, sum skal gera tað enn lættari at lesa blaðið og nýta talgildu tænasturnar.
Vit síggja nógvar møguleikar í appini, sum verður ein týðandi partur av menningini av Sosialinum komandi árini.
Eisini fyrireika vit eitt vikuhald.
Við tí verður møguligt at fáa atgongd til aktuella blaðið og søguliga savnið í eina viku, uttan at tekna eitt vanligt langtíðarhald.
Nærri kunning um báðar tænasturnar kemur, tá tær eru klárar.
Tað er lætt at gerast haldari
Tú skalt bara fara inn á in.fo og trýsta á „Tekna hald“ (trýst her).
Har velur tú tað haldið, sum hóskar best til tín, og fylgir leiðbeiningini.
Tað tekur bara lítla løtu.
Vit vilja halda fram við at siga føroysku søgurnar
Í skjótt 100 ár hevur Sosialurin verið ein partur av føroyska tíðindaflutninginum.
Vit vilja halda fram við at kanna mál, seta spurningar, greiða frá og siga søgurnar um føroyska samfelagið.
Tað krevur blaðfólk, myndafólk, tíð og arbeiði.
Og tað krevur eisini haldarar.
Tá tú teknar hald av Sosialinum, ert tú við til at tryggja, at vit eisini í framtíðini hava sjálvstøðugan føroyskan journalistikk á føroyskum.
Samstundis fært tú atgongd til nærum 100 ár av okkara felags søgu.
Ger Sosialin til ein part av gerandisdegnum hjá tær og tínum húski. Tekna hald í dag.