info
Ongi úrslit

Parkerings­loyvi í mið­bý­num í Havn hækk­ar 128 prosent

Íbúgvar í miðbýnum í Havn skulu rinda 1.780 krónur fyri parkeringsloyvið í 2027. Tað eru 1.000 krónur meira enn í ár. Í somu samtykt tvífaldaði býráðið takstin fyri íbinding og setti eitt nýtt gjald á ávísar umsóknir um byggiloyvi.

Eirikur Lindenskov
22. november 2026 kl. 15:15

Árliga gjaldið fyri parkeringsloyvi hjá íbúgvum í miðbýnum í Havn hækkar úr 780 krónum í 2026 í 1.780 krónur í 2027, íroknað MVG. Tað er ein hækking á 128 prosent. Umroknað til mánaðargjald fer prísurin úr 65 krónum upp í 148,33 krónur.

Príshækkingin er aftur komin fram á Facebook, har ein mynd vísir fráboðanir um rokningarnar fyri 2026 og 2027. Upphæddirnar samsvara við avgerðina, sum Tórshavnar býráð tók 17. september við átta atkvøðum fyri og fimm ímóti. In.fo umrøddi samtyktina dagin eftir. Tá vóru 174 slík loyvi virkin, sambært upplýsingum frá kommununi.Prísurin fyri parkerinngsloyvi hjá fólki í miðbýnum í Havn er hækkaður í einum høggi úr 780 upp í 1.780 krónur

Loyvið er ætlað fólki, sum búgva í parkeringsøkinum í miðbýnum og hvørki kunnu parkera ella gera sær egið parkeringspláss við bústaðin. Eitt loyvi kann latast fyri hvønn bústað. Tað gevur rætt til at parkera í avmerktum básum í ávísum økjum, tá ein básur er tøkur.

Íbindingartaksturin tvífaldast

Í sama máli samtykti býráðið at hækka takstin, sum íbindingargjaldið fyri vatn og kloakk verður roknað eftir, úr 750 í 1.500 krónur fyri hvørja PE-eind. PE er eitt mát fyri vatnnýtslu og álag á kloakkskipanina. Nýggi taksturin verður brúktur fyri byggiloyvi, sum søkt verður um eftir 1. januar 2027.

Býráðið samtykti eisini eitt nýtt viðgerðargjald á 10.000 krónur fyri hvørja umsókn um byggiloyvi við fráviki, sum kemur inn eftir 1. januar 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

58 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á KÍF

1 tími síðan
Hondbóltur

Ajax misti oddasessin

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

4 tímar síðan
Nøvn

Sanna áttati í dag

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Steffan Løkin: Viðmerking til innslag í Degi og Viku

4 tímar síðan
Tíðindi

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

5 tímar síðan
Tíðindi

Lág sól blendaði bilførara

7 tímar síðan