info
Ongi úrslit

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

– Vit hava sæð fólk, sum eru runnin út á ein motorveg, og vit hava havt ein tilburð við einum persóni, sum vit hava illgruna um hevur tikið evnið og sum byrjaði at eta seg sjálvan, sigur svenska løgreglukvinnan, Maja Skepp

Vilmund Jacobsen
18. november 2026 kl. 14:27

- Eitt nýtt rúsevni er komið undan kavi í Svøríki, og onkur fer at doyggja, um vit ikki megna at steðga hesum nú.

Tað sigur løgreglukvinnan, Maja Skepp, við svensku sjónvarpsstøðina TV4.

Seinastu vikurnar er eitt ókent rúsevni farið at breiða seg í Norrkøping í landsynningspartinum av Svøríki.

Fyri tveimum døgum síðan fór svenska løgreglan út á Facebook við einari álvarsligari ávaring.

Løgreglan skrivar, at tey í fleiri førum hava hitt fólk, sum hava verið so hart rakt av einum rúsevni, at tey millum annað hava mist vitið og hava havt andingartrupulleikar.

Við TV4 sigur løgreglukvinnan Maja Skepp, at árinini av evninum eru ymisk millum brúkararnar, men at tað er ein felagsnevnari.

- Tað er, at fólk gerast sera harðlig. Tá fólk leggja uppí, megna tey ikki at gevast at sláa aftur.

Víðari lýsir løgreglan tilburðir, har fólk eru komin í støður, sum líkjast psykosu.

– Vit hava sæð fólk, sum eru runnin út á ein motorveg, og tey hava verið um reppið at verða yvirkoyrd, sigur hon og leggur aftrat:

– Vit hava eisini havt ein tilburð við einum persóni, sum vit hava illgruna um hevur tikið evnið, og sum helst hevur eina sálarliga sjúku frammanundan. Hesin byrjaði at eta seg sjálvan.

Svenska løgreglan veit enn ikki, hvat evnið er, men sambært TV4 hava tey illgruna um, at talan kann vera um mefedron ella eitt nýtt frábrigdi av evninum Alfa-PVP.

Mefedron er eitt miðnervastimulerað rúsevni, sum kann minna um bæði MDMA og kokain.

- Evnið gevur ofta eina kenslu av lukku (eufori), økta orku og kenslu av vælveru og samkenslu. Men evnið kann eisini elva til ótta og paranoia.

Maja Skepp, sum er kvinnan á myndini her omanfyri, vísir á, at Alfa-PVP ofta gevur eina kenslu av eydnu, men evnið kann eisini elva til álvarsama paranoia, ranghugsanir og bráðfeingis psykosu.

Løgreglukvinnan sigur, at tey farna vikuskiftið komu í samband við fleiri fólk, sum tey høvdu illgruna um høvdu brúkt evnið.

- Soleiðis, sum evnið breiðir seg, og hvussu ógvuslig árinini hava verið fyri summi, vænta vit, at onkur fer at doyggja, um vit ikki megna at tálma hesum, sigur svenska løgreglukvinnan, Maja Skepp.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

58 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á KÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Parkerings­loyvi í mið­bý­num í Havn hækk­ar 128 prosent

1 tími síðan
Hondbóltur

Ajax misti oddasessin

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

4 tímar síðan
Nøvn

Sanna áttati í dag

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Steffan Løkin: Viðmerking til innslag í Degi og Viku

4 tímar síðan
Tíðindi

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

5 tímar síðan