info
Ongi úrslit

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Modena-Hellas Verona 3-2 (1-2)

Heri Á. Simonsen
11. oktober 2026 kl. 23:25

Andrias Edmundsson var liðskipari, tá lið hansara, Hellas Verona spældi dyst á útivølli í Seriu B móti Modena.

Heimaliðið legði seg á odda 1-0 í trettandi minutti. Men tá klokkan vísti 28 minuttir hevði Daniel Mosquera við tveimum málum lagt Verona á odda 2-1.

Andrias og liðfelagarnir vóru á sigurskós, men í 77. minutti fær Andrias seinna gula kortið, tí dómarin metti hann hevði rakt bóltin við hondini. Andrias skilti ikki avgerðina av røttum.

Eftir tað var hart trýst á málið hjá Verona. Heimaliðið javnaði í 85. minutti, og skoraði ólukkutíð sigursmálið til 3-2 í 95. minutti.

Frá Sofascore fær Andrias karakterin: 7,3 (av 10 møguligum) fyri leikliga avrikið.

Hellas Verona er nummar níggju í deildini við sjey stigum.

Fríggjakvøldið klokkan 19.30 er dystur á heimavølli á skránni. Tá kemur Catanzaro á vitjan.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Modena-Hellas Verona 3-2 (1-2):

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldurin stóðst av skarpløddum granatum

48 minuttir síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

1 tími síðan
Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

3 tímar síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

3 tímar síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

3 tímar síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

4 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

4 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

5 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

6 tímar síðan